Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um eftirlønaruppsparing hjá útisiglarum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. ??tlar landsstýriskvinnan at broyta kunngerðina um eftirløn fyri fólk, sum arbeiða í útlandinum, so norska Folketrygd og aðrar eftirlønarskipanir eisini verða góðkendar av TAKS?
Viðmerkingar
Eftirlønarlógin varð samtykt og nú skuldu øll gera fakfeløgum kynstrið eftir, nevniliga at spara upp til sína egnu eftirløn.
Fyri fólk, sum arbeiða uttan fyri landoddarnar, varð serskipan gjørd. Allarflestu teirra eru í eftirlønarskipan, serliga siglandi fólkið. Tí var óneyðugt at krevja dupulta uppsparing, men at teirra eftirlønaruppsparing í útlandinum kundi góðkennast.
Í heyst var fyrstu fer, at TAKS gjørdi upp hesar eftirlønaruppsparingar. Tað løgna er, at TAKS hevur bara góðkent ávísa danska eftirlønaruppsparing. Sjófólk, ið ikki hava uppsparing hjá hesum danska veitara, standa spyrjandi og eru kravd eftir dupultari eftirlønaruppsparing. Hetta er ikki rímiligt og má landsstýriskvinnan broyta kunngerðina, so henda sera tronga tulking hjá TAKS ikki sleppur at halda fram. Tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir uttan fyri landoddarnar.
Serliga løgið er, at TAKS ikki vil góðkenna norsku Folketrygd. Her rinda allir sjómenn við norskum skipum uml. 8% av lønini til Folketrygd. Stórsti parturin er til eftirløn, sum verður útgoldin sum lívrenta. Men har eru eisini aðrar tryggingar við, t.d. fyri sjúku, barnsburð o.s.fr. Tað ber ikki til, at TAKS ikki góðtekur hesa uppsparing, tí hetta er fult í samsvari við lógina, sum júst ynskir lívrentu.
Beint undan valinum var hesin spurningur reistur og viðgjørdur, og mett varð, at besta loysnin var at broyta kunngerðina um eftirlønaruppsparing, so norska Folketrygd verður nevnd sum góðkend, og eisini áseta, hvussu stórur partur av inngjaldinum verður góðkendur. Undanfarna samgonga fekk ruddað upp í ótolandi skattajungluni hjá útisiglarum og fráflytingin steðgaði. Nú má tronga tulkingin hjá TAKS ikki byrja aftur hesa fráflyting.
Á Løgtingi, 11. apríl 2016
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald