Politikkur

Jørgen spyr Kristinu um RL??-úrslitið hjá landskassanum

...

2016-04-05 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi RL??-úrslitinum hjá landskassansum fyri 2015.

??? Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri løgtinginum, hvat úrslitið hjá landskassanum RL?? verður fyri 2015.

??? Og kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri løgtinginum, hvat úrslitið hevði verið, um eykajáttanin okt/2015 frá landsstýrinum og Eykajáttanum í des/2015 (keyp EIK-bygningur) ikki vóru við.

??? Er hetta í samsvar við tað búskaparstøðu, sum landsstýriskvinnan greiddi Føroya fólki frá undan valinum 1. sept 2015.

Viðmerkingar:
Í 2011 kom undanfarna samgonga til eitt fíggjarlógaruppskot, sum Aksel V. Johannesen, tá fíggjarmálaráðharri hevði lagt fram. Tað vísti eitt hall upp á 626 mió. kr.

Borgarliga samgongan setti sær fyri at fáa hetta ovurstóra hall burtur longu í 2016. Hetta kravdi vøkstur í búskapinum og afturhald í almennum útreiðslum. Í 2015 nærkast málinum og undanfarna samgonga kundi leggja fíggjarkarmar fram, sum vístu avlop í 2016.

Bæði núsitandi løgmaður, Kristina Háfoss, nú landsstýriskvinna og onnur í núsitandi landsstýrið søgdu, at hetta passaði ikki.

Tøl sum nú koma fram vísa, at longu í 2015 var yvirskot, tó treyta av, at nýggja landsstýrið ikki setti forbrúk í gongd. Sitandi samgonga skundaði sær við eykajáttan í Tingið, sum kostaði 63 mió. kr.

Herímillum vóru framskundan av Viðareiðistunlinum og so keyp av bygningi á Kongabrúnni til umsiting.

Longu í december er aftur skundur, og eykajáttan verður løgd fyri tingið at keypa EIK-bygningin í Miðbýnum, kostnaður 26 mió. kr.

Hóast hetta ovurforbrúkið í endanum av árinum ljóðar, at hallið hjá landskassanum í 2015 er uml 80 mió.kr. Tað vil siga, um nýggja samgongan ikki leyp út at brúka pengar, so var yvirskot longu í 2015.

Tað vil siga, at undanfarna samgonga megnaði, eftir bara 3 árum, at venda einum hallið uppá 626 mió. kr til javnvág.

Tórshavn, 4. apríl 2016
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder