???Vil vilja til Havnar - og - EINKI hús í Vágum kann brúkast??? Ikki er ringt at vita, hvat av hesum er veruliga útsøgnin. Landsstýrið má steðga teimum.
Danska stjórnin hevur avgjørt at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðum út á landi. Hetta bæði fyri arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin og eisini tí neyðugt er við meira plássið í høvuðsstaðnum. Sjálvt prísirnir á búðstøðum eru farnir til himmals. Nú hevur svenska stjórnin boða frá tí sama. Almennnir stovnar skulu flytast úr Stokkholm. Men er tykist reyða samgongan at vilja øvugt.
Samgongan hevur á fíggjarlógini fyri 2017 klinist reinsað Vágoynna úr. Bíða nú, Vágatunnilin skal verða mjólkimaskina hjá landinum, men ikki eitt tal finst til hvørki íløgur ella ábøtur. Á rakstrarsíðuni stóð tó framvegis ein almennur stovnur, nevniliga Sjóvinnustýrið. Nú skal hesin eisini fjernast úr Vágum.
Undanførðslan er, at tað finst ikki eitt einasta brúkiliga hús í Vágum. Slík útsøgn eigur at vekja undran. Ikki eitt einasta hús???
Kanska tað fullkomna húsið ikki finst her og nú, men góð hølir eru nokk av. Sjóvinnustýrið hevur longu fingið sær skrivstovu í Havn til ein part av fólkunum, so um neyðugt er við tveimum húsum, er tað ikki ein trupuleiki fyri tey, í hvussu er ikki nú.
Tað sum drívur verkið er heldur trongdin at flyta alt til Havnar. Eg vóni, at landsstýrið heldur fast og gevur Sjóvinnustýrinum boð um, at tað er staðsett í Vágum, eisini meðan bíða verður eftir nýggjum bygningi. Um ikki, so kemur eingin nýggjur bygningur.
Jørgen Niclasen, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald