2021-10-26 22:41
???Samgongan vil tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið???.
Hetta setti samgongan sær fyri, tá samgonguskjalið var undirskrivað fyri góðum tveimum árum síðan.
Í so máta hava við í dag hava vit tikið eitt týðandi stig á rættari leið.
Eitt einmælt løgting hevur við aðru viðgerð samtykt, at ein tunnil skal gerast til Fámjins og at stuðla einum ringvegi í Havn, sum millum annað skal loysa ferðsluavbjóðingina, sum Eysturoyartunnilin hevur við sær. Tað fegnist eg sjálvandi um og gleðist við teimum, sum vónandi skjótt fara at njóta ágóðan av Fámjinstunlinum og ringvegnum í Havn.
Eg havi fyrr sagt, at samgongan er ein avrikssamgonga og tað vísa vit enn einaferð í dag, at vit eru.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald