Jørgen Niclassen hevur sett Kristinu Háfoss fyrispurning um marginalskatt, fyrispurningurin verður svaraður á tingfundinum í morgin.
Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hækking av marginalskattinum.
??? Hvussu nógv hækkar marginalskatturin (skattur av seinast tjentu krónu) fyri ymsu inntøkubólkarnar? Her verður hugsa um sjálvan skattin, men eisini hækkaðu skattagjøldini til AMG, Barsilsgrunnin og Heilsutrygd.
??? Hvør bólkur verður harðast raktur av hækkingini?
??? Landsstýriskvinnan hevur upplýst í Løgtinginum, at marginalskatturin ikki skuldi hækkað. Er nakað broytt, ella segði landsstýriskvinnan ikki rætt fyri Løgtinginum?
??? Hvat metur landsstýriskvinnan, at avleiðingarnar fara at verða av at hækka marginalskattin?
Viðmerkingar:
Áðrenn flatskattin, var marginalskatturin stóri trupulleikin við okkara skattaskipan. Tað er skattur av seinast tjentu krónu, ella skatturin av eyka innsatsi, skattur av eyka arbeiðið. Við øðrum orðum, ein revsing fyri at taka ein yvirtíma. Tað loysti seg ikki at arbeiða. Við flatskattinum kom marginalskatturin nógv niður. Tað loysir seg at arbeiða.
Men nú sær út til at samgongan ætlar at hækka marginalskattinum munandi fyri inntøkubólkar. Seinast fyrispurningar vóru á skrá í løgtinginum, segði landsstýriskvinnan, at marginalskatturin skuldi ikki hækkast. Er nakað broytt, ella segði landsstýrikvinnan ikki rætt í Løgtinginum henda dagin.
Sær út sum tað serliga eru miðalinntøkur frá góðum 300 tús til 500 tús krónur, sum verða harðast revsa í skattaøðini. Sjálvur marginalskatturin hjá hesum sær út til at hækka 5%, umframt skattahækkingina til AMG, Barsilsgrunnin og til Heilsutrygd.
Á Løgtingi, 5. desember 2015
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald