Ítróttur

Jørgen Niclasen nýggjur formaður í SÍ

...

2017-04-27 09:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágs Ítróttarfelag hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. SÍ er skipað við eini starvsnevnd, sum telur 3 nevndarlimir og við tveimum undirnevndum, eini flogbóltsnevnd og eini kidsnevnd, har 2 nevndarlimir sita í hvørjari

Fyri valið stóðu John Kruse, formaður og Vivian Joensen, skrivari og í kidsnevndini stóðu Barbara R. Mouritsen og Birna Henriksen fyri vali. Hesi takkaðu fyri seg og bóru seg øll undan afturvali.
Fyri tey valdi aðalfundurin Malju Mouritsen og Jørgen Niclasen í starvsnevndina og í kidsnevndina vóru valdar Helen Skaalum og Oddbjørg Niclasen.
Nevndin hevur nú skipað seg við Jørgen Niclasen sum formanni, Maju Henriksen sum kassameistara og Malju Mouritsen sum skrivara. Í flogbóltsnevndini eru Hanna Helena Weihe Simonsen og Jónley Poulsen, meðan í kidsnevndinini eru Helen Skaalum og Oddbjørg Magnussen, tað stendur á Facebook-síðuni hjá SÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder