Politikkur

Jørgen Niclasen: Í dag byrjar arbeiðið

...

2021-02-08 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen: Í dag byrjar arbeiðið


Røðan, sumJørgen Niclasen helt í sambandi við at arbeiðið byrjar í dag upp á tunlarnar Norður um Fjall:

Góðu norðoyingar

Hetta er ein dagur, sum eg veit, at nógv her í økinum hava bíðað SERA leingi eftir. Dagurin tá arbeiðið upp á tunlarnar Norður um Fjall endiliga kann byrja.

Eg haldi, at eg kann siga við rættiliga stórari vissu, at seinastu nógvu árini er neyvan nøkur tingseta farin aftur um, uttan at tunlarnir Norður um Fjall eru nevndir í Løgtinginum. Ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir.

Vit mugu staðfesta, at tað er ikki uttan orsøk, at tosað hevur verið upp í leypar um nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað stendur øllum púra greitt, at farleiðin Norður um Fjall er ótíðarhóskandi, og at tað hevur skund at gera nakað við hana.

Og tað er tað, sum loksins hendir í dag. Í dag byrjar arbeiðið.

Tunlarnir Norður um Fjall vóru annars risastór framstig, tá teir komu í 1965 og 1967. Teir vóru jú av sonnum slóðbrótarar, tá tað kemur til tunlar her á landi.

Hvalbiartunnilin var tann fyrsti tunnilin í Føroyum, men stutt eftir komu Árnafjaðratunnilin og Hvannasundstunnilin, sum tryggjaðu góða og skjóta ferðasambandið hjá einum stórum parti av bygdunum í økinum.

Bara tað at kunna koyra gjøgnum eitt fjall, har sum tú fyrr mátti stríða teg fram til gongu, var av sonnum eitt frambrot av teimum heilt stóru tá í tíðini.

Og tí er tað eitt sindur løgið at hugsa sær, at nú eina góða hálva øld seinni, eru hesir tunlarnir alt ov smáir, og fleiri síggja teir sum eina forðing fyri menningini í økinum.

Tí hvussu kann nakað, sum var eitt SO stórt framstig tá, vera ein bremsa í dag?

Men hetta lýsir jú so sera væl ta stóru menningina, sum okkara samfelag hevur verið ígjøgnum seinastu ára-tíggjuni: Vinnulívið koyrir við fullari megi, byggimynstrið broytist, og fólk ferðast ofta langa leið til arbeiðis og í skúla.

At tørvur er á betri ferðasambandi er tekin um eitt sunt samfelag, sum VIL menning og sum VIL framburð. Og fremst av øllum er hetta eitt gott prógv um, at her eru nógv fólk, sum eru góð við hetta økið og fegin vilja búgva her.

Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin hava í nógv ár tænt norðoyingum væl. Men tit vita alt ov væl, at teir ikki altíð eru so tespiligir at koyra ígjøgnum: Lágir, myrkir og einsporaðir.

Tit, sum gjøgnum nógv ár hava ferðast aftur og fram gjøgnum tunlarnar, hava kanska ikki tal á, hvussu nógvar tímar tilsamans - ella kanska dagar ??? tit hava brúkt á víkiplássunum inni í myrkrinum, meðan mótkoyrandi ferðslan buldrar framvið.

Tað er eisini komið fyri, at tilfar er komið úr tunnilsloftinum niður á vegin. Onkur vil vera við, at hetta bara vóru nakrir sukurmolar, sum stillisliga sveimaðu niður úr loftinum. Onnur halda tó, at tað sum lá á vegnum so avgjørt ikki líktist smáum, fittum sukurmolum.

Og so er tað ferðslan við stóru akførunum. Hóast eg sjálvur haldi meg duga óalmindiliga væl at koyra bil, so vil eg treyðugt vera lastbilførari, sum møtir einum bussi ella stórum bilafylgi inni í einum av hesum tunlunum. Her snýr tað seg um at hava gott eygamál, stórt dirvi og nógv tol.

Fyri ikki at tosa um, tá tað er grindaboð í Hvannasundi og alt sum kann koyra á fýra hjólum skal gjøgnum tunlarnar í senn. Tunlarnir klára illa dagligu ferðsluna, og er okkurt serligt á vási, kemur proppur í.

Tí er tað ongin ivi um, at ein dagføring av farleiðini Norður um Fjall er harðliga tiltrongd. Av somu orsøk eru tað mong kring landið, sum fegnast saman við tykkum norðingum, nú arbeiðið at gera nýggjar tunlar fer í gongd. Tað er tykkum so sera væl unt.

Í dag byrjar vegagerðin til tunlarnar, men um nakrar vikur ella fáar mánaðir fer sjálvt tunnilsarbeiðið í gongd.

Árnafjarðartunnilin verður 1,9 kilometrar langur og Hvannasundstunnilin 2,2 kilometrar. Haraftrat skulu knappir tveir kilometrar av nýggjum vegi gerast. Nýggju tunlarnir vera bæði hægri og breiðari enn teir gomlu og lúka øll tey nýggjastu krøvini til trygd.

Í 2016 varð spildurnýggi Viðareiðistunnilin tikin í nýtslu, sum av álvara flutti Viðareiði fram í nútíðina. Men tunlarnir Norður um Fjall hava onkusvegna staðið sum ein forðing fyri, at økið av álvara hevur kunnað fingið optimalu nyttuna burturúr Viðareiðistunlinum.

Hetta kemur upp á pláss nú. Tá tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir ??? væntandi í 2024 ??? hevur hetta økið eitt sera væl útbygt vega- og tunnilskervi, sum gevur bæði fólki, vinnu og felagslívi teir allarbestu karmar at virka undir.

Ja, vit kunnu kanska siga sum skaldið Christian Matras lýsir tað í yrkingini, Viðoy:

Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip
og tindarnir siglutrø,
tú stevnir í veldiga heimin út
við høgum og fjallarøð.

Við nýggju tunlunum Norður um Fjall verður økið Eystan Múla av álvara flutt úr myrkrinum á víkiplássinum og út í ljósið. Heimurin stendur opin. Serliga nú Eysturoyartunnilin er latin upp, Sandoyartunnilin er á veg, og Suðuroyartunnilin er í stoypiskeiðini.

Tað verður skjótt og lætt at ferðast hiðani kring alt landið. Og ??? minst líka týdningarmikið ??? tað verður eisini skjótt og lætt at koma heim aftur til stórbæru fjøllini og firðirnar her norðuri.

Eg fari at ynskja øllum tykkum, sum næstu árini fara at standa fyri uppgávuni at gera tunlarnar Norður um Fjall allarbestu eydnu. Bæði tykkum sum skipa fyri planleggingini og tykkum, sum skulu grava, bora, spreingja og asfaltera. Má arbeiðið gangast bæði skjótt, væl og trygt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder