2018-11-17 15:31
Á floksleiðslufundi í morgun varð 49 ára gamli Jørgen Niclasen afturvaldur sum formaður Fólkafloksins.
Jørgen Niclasen hevur verið formaður síðan 2007, og er hetta sostatt 12. ferð at hann skal standa á odda fyri flokkinum.
Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann var fiskimálaráðharri frá 1998-2003, uttanríkisráðharri frá 2008-2011 og fíggjarmálaráðharri frá 2011-2015.
Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður.
Jørgen sat sum fastur varamaður frá 1991-1993, og í juli 1994 varð hann valdur í løgtingið.
Við nærum 30 ára royndum, hevur Fólkaflokkurin ein royndan politikkara sum formann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald