Politikkur

Jørgen Niclasen afturvaldur floksformaður

...

2016-11-20 12:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

?? fjølmentum landsfundi hjá Fólkaflokinum í gjár, var Jørgen Niclasen afturvaldur til floksformann og somuleiðis var starvsnevndin afturvald.

Landsfundur fólkafloksins var seinnapartin í gjár í skúlanum við Løkin. ??vanliga nógv fólk var møtt. Fyrrapartin var floksleiðslufundur.

Stavsnevndin hjá flokkinum stóð fyri valið og var hon øll afturvald. Har sita Aage Arnoldson, floksskrivari, Absalon í Buð, kassameistari, Inga Dahl, skrivari og Joan Neshamar og Janus Rein, nevndarlimir. Umframt tey, eru Jørgen Niclasen, floksformaður og Jákup Mikkelsen, tingmaður í starvsnevndini. Starvsnendin tekur sær at vanliga rakstrinum.

Floksleiðslan er hæsta vald í flokkinum. Har sita tvey umboð fyri hvørt limafelag, eisini ungmannafelagið HUXA og tingmanningin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder