Politikkur

Jørgen hevur svarað uppá fyrispurning frá Kristinu

...

2015-06-21 20:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlit til ES, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland, av, at Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlitið ??? heilt ella partvíst - til ES?

Svar: Endaligu niðurstøðurnar eru ikki tøkar, tá arbeiðsbólkurin enn ikki er liðugur við frágreiðingina.

2. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út?

Svar: Umboðini fyri Danmark, Føroyar og Grønland, sum mynda arbeiðsbólkin, arbeiða framvegis við at greina nakrar av torgreiddu spurningunum, ið hava stungið seg upp, nú Danmark umhugsar at luttaka í styrkta evropeiska bankasamstarvinum. ??vist er framvegis nær endaliga frágreiðingin verður liðug.

3. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar?

Svar: Danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið almannakunngjørdi í apríl 2015 frágreiðingina, ???Rapport om mulig dansk deltagelse i det styrkede banksamarbejde???. Í kapittul 16 í hesi frágreiðing eru hesar ávegis niðurstøður gjørdar:

1) ES-rætturin loyvir ikki, at Føroyar og Grønland luttaka beinleiðs í styrkta bankasamstarvinum, tá styrkta bankasamstarvið er partur av ES-bygnaðinum, har einans ES-limalond kunnu luttaka.

2) Mett verður, at Føroysku bankarnir heldur ikki kunnu blíva umfataðir av styrkta bankasamstarvinum, við at flyta høvuðssæti til Danmarkar.

4. ??tlar landsstýrismaðurin, at føroyskir bankar eisini ??? um møguligt - skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit?

Svar: Nei, tað ætlar landsstýrismaðurin ikki. Og sum svarið uppá spurning 3 vísur, so ber tað heldur ikki til, um onkur vildi tað.



5. ??tlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið frameftir?

Svar: Landsstýrismaðurin hevur ikki flutt lóggávuvald úr Løgtinginum. Eg havi gjørt mær ómak fyri at tryggja, at øll lóggáva á bankaøkinum, ið verður sett í gildi í Føroyum, skal ígjøgnum Føroya Løgting og allar kunngerðir, ið lýstar verða fyri Føroyar, skulu góðkennast av Føroya Landsstýrið, áðrenn tær verða settar í gildi. Soleiðis hevur arbeiðsgongdin verið og soleiðis er arbeiðsgongdin framhaldandi.

6. Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum?

Svar: Tá Fíggjarmálaráðið arbeiðir við bankalóggávu, er tað í tøttum samstarvið við løgfrøðingar, bæði í føroysku umsitingini og í danska fíggjareftirlitinum. Hesin leistur hevur riggað væl og eru arbeiðsgongdirnar við tíðini vorðnar alt meira kjølfestar.

7. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu?

Svar: Bankamál er framvegis danskt málsøkið. Um føroyingar ynskja at yvirtaka málsøkið, tá er tíðin at seta føroyskt Fíggjareftirlit á stovn, stovna føroyskan innskjótaragarantifond og gera samstarvsavtalur við ES á bankaøkinum og tá verður tørvur á nógvum fólki við servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu.


Viðmerkingar

Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið ??? heillt ella partvíst ??? til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti.

Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu.

Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða.


Arbeiðsbólkur varð tí, fyri langari tíð síðan, settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark væntandi fer at flyta fíggjareftirlit og fíggjarlóggávu til ES í næstum. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætta um úrslitið av hesum arbeiði, og ógreitt er, hví so er.

Í verandi støðu sær tað út til, at vit verða slúsað inn í ES umvegis danska bakdyr. Hetta sóu vit m.a. seinast banka-lóggávan varð broytt í Føroyum. Tí samgongan samtyktið at seta í verk umfatandi ES-lóggávu í Føroyum á fíggjarliga økinum í vár. Ein partur av hesum var, at geva donskum ráðharra heimild til, við kunngerð at seta ES-reglur í verk í Føroyum. Hetta varð gjørt hóast ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrinum ávaraði staðiliga ímóti hesum ??? og hóast víst varð til, at í verandi løtu hevði fyrisitingin ikki neyðugu førleikarnar og ikki fingið neyðugu tíðina til, at meta um avleiðingarnar av umfatandi lóggávuni. Síðan lógarpakkin varð samtyktur, hevur onki verið at frætt frá landsstýrinum.

Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.


Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder