Politikkur

Jørgen hevur sett Kristinu munnligan fyrispurning um rentu

...

2017-09-27 09:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

til

Kristinu Háfoss, landsstýrismann

Viðvíkjandi rentu, sum landið skal rinda fyri lán

1. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyri lánsbrøvini, sum vóru útskrivað í 2016?

2. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyri norska láni og lánsbrøvini, sum eru útskrivað í ár?

3. Hvat heldur landsstýrimaðurin um, at fyrsta lániátaki hjá Landsbankanum kostaði landskassanum eyka rentu?

Viðmerkingar:

Landsbankin var í 2013 avtikin og veruligi landsbankin, Gjaldsstovan, yvirtók lánifíggingina hjá landinum. Síðan tá er rentan, sum landi skal rinda av sínum lánum, minka á hvørjum árið. Lánsbrøv á uml. 1 milliard eru útskrivað á hvørjum árið, rentan er lækka á hvørjum ári og lægstu rentu fekk landskassin fyri lánsbrøvini, sum vóru útskrivað í fjørð.

Nú er Landsbankin endurstovnaður og hevur yvirtikið lánifígging hjá landskassanum. Ein av fyrstu avgerðinum var, at broyta hvussu landið skulu fáa síni lán. Frammanundan var alt útskrivað í lánsbrøvum, men í ár, valdi landsbankin, við vælsignilsi frá Kristinu Háfoss, landsstýrismanni, fyrst at taka eitt vanligt lán úr Norra til eina hægri rentu. Sagt var, at hetta var fyri at kunnu fáa lánsbrøv fyri eina lægri rentu. Her verður spurt, hvat hendi við rentini.

At Búskaparráðið og danski Nationalbankin ávarar um ovurnýtslina hjá almennu Føroyum, meðan Landsbankin og nýggja Vágaráðið hjá landsstýriskvinnuni eru kvirr, ger støðuna meir órógvandi.

Tórshavn, 26. september 2017

Jørgen Niclasen,

løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder