Felagskapurin fyri broytingarsinnaðar konservativar flokkar í Evropa, AECR, hevur á ársfundi í Prag júst viðkað limatalið til 31 lond, tá Likud flokkurin úr Ísrael við lógvabrestum var góðkendur sum limur nummar 31.
AECR hevur í vikuskiftinum havt ársfund í Prag har, umframt øktan limaskara, flóttafólk, Brexit, bretska útlimanin úr ES og fríhandil vóru á skránnni.
Serfrøðingar úr øllum heiminum løgdu fram, kjakaðust og svaraðu spurningum frá áhoyrarunum.
Millum flokkarnar var breið semja um, at flóttafólka streymurin má steðgast og at fríhandil landana millum er avgerandi fyri framhaldandi framburði, ikki minst nú bretar melda seg úr ES.
Hæddarpunktið á fundinum var tá Likud flokkurin úr Ísrael varð góðkendur sum limaflokkur nummar 31.
Eli Hazzan, uttanríkispolitiskur talsmaður hjá Likud, takkaði fyri góðu móttøkuna og segði millum annað: Fantastiskt at møta tykkum føroyingum og bjóðaði okkum at vitja Ísrael.
??r føroyum vóru Jørgen Niclasen, floksformaður, og Aage Arnoldson, floksskrivari hjá Fólkaflokkinum við á fundinum.
Jørgen Niclasen greiddi í síni røðu millum annað frá tí stóra búskaparvøkstrinum, sum var skaptur í Føroyum undir borgarligu samgonguni seinastu fýra árini. Stórsti vøkstur í Evropa, segði hann.
Góð tvey hundrað fólk úr 31 londum luttóku á ársfundinum hjá AECR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald