Vit hittu neistavenjaran Jónleif Sólsker eftir dystin í Kollafirði í kvøld og settu honum nakrar spurningar.
Tit føra allan dystin - hvat ger at tit føra so at siga allan dystin? - tit sóu út til at verða sera væl upplagdir.
Les eisini: Teitur: Heldigasta stigið eg havi verið við til at fingið
Jónleif: Vit spældu ímóti teimum seinasta vikuskiftið - tá spældu vit ein vánaligan dyst, tað vildu vit øðiliga gjarna rætta upp - og eisini vildu vit vísa, at tað ikki er 6-málsmunur á liðunum báðum. Vit høvdu eina góða verju beinanvegin, spældu væl í álopinum og málmáðurin stóð sera væl allan dystin - tað var lykilin til tað.
Hví slapp KÍF inn aftur í dystin, tit føra við 6 málum tá ið 8 minuttir eru eftir?
Jónleif: Tað er so, at tá ið tú ætlar at avgerða ein dyst tá ið 25 minutter eru leiktir, tá eru stadivekk 4-5 minuttir eftir av dystinum og tað er ov tíðliga, at royna at avgerða dystin - ístaðin fyri at man tekur tað róligt og spælir skilagott, tað sum er eftir av dystinum.
Eg hoyri at tú gevir tykkum sjálvum skyldina - er tað súrt at tapa hendan dystin?
Jónleif: Ja, vit føla, at vit hava tapt hendan dystin - vit hava virkuliga tapt og fyri okkum er tað virkuliga ófortjent, at støðan bleiv sum hon bleiv - Men vit kunnu bara takka okkum sjálvum at vit komu í hesa støðuna, segði Jónleif Sólsker at enda í samrøðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald