Jónleif Sólsker, ið er eitt kent andlit í føroyskum ítrótti, bæði í hond- og fótbólti, tekur við sum nýggjur høvuðsvenjari hjá fremsta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár. Í honbólti hevur hann spælt 406 dystir og skotið 1745 mál við Kyndli. Jónleif hevur eisini spælt við VÍF og StÍF.
Jónleif hevur drúgvar royndir í hondbólti, bæði sum spælari, venjari og spælandi venjari. Hann hevur verið venjari hjá Kyndli, VÍF og í tveimum umførum hjá StÍf. Nú fer Neistin at fáa gagn av hansara drúgvu royndum. Skrivar Neistin.fo í kvøld.
Víðari skrivar heimasíðan hjá felagnum: "-Vit eru sera væl nøgd við, at Jónleif tekur við avbjóðingini. Vit kenna jónleif sum ein ábyrgdarfullan venjara, ið tekur sítt arbeiði við tí álvara tað krevur og megnar at fáa sum mest burtur úr teimum spælarum, hann hevur til taks."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald