2016-02-07 19:02
Føroya Ríðingarfelag: Árliga siðbundna ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var í Reiðhøllini í gjár.
Vanlig fólk sláa tunnu og froskmenn gera tað á sjónum, men reiðfólkini úti í Havnardali tey ríða ringríðing á føstulávint. Hetta er kapping har tú á rossabaki skal stýra ein pinn inn í ein pinkulítlan ring ið er festur á ein magnet sum hongur á áleið tveir metra hædd.
Hjá teimum vaksnu skal hetta gerast meðan rossið er í lopi, tað sigur seg sjálvt at hetta er ein kunstur, hetta bæði at halda rossinum í lop, halda javnvágini og so samstundis stýra pinnin í ringin.
Vinnari í ár gjørdist Jón Johansen á hestinum Muggur. Hjá teimum ungu vann Helena D. Thomsen á ryssuni Elska, sí fleiri myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald