Tveir av undangongumonnunum innan tónleik í Vestmanna, Jón og Hallgrím Miðberg greiða frá tá teir á ungum árum gjørdu eina roynd at fáa rútmiska dansitónleikin í eina fasta legu í heimbygdini.
Hallgrím fór tíliga av bygdini í útbúgvingarørindum, men vitjaði javnan heimbygdini í vikuskiftunum, og tá var altíð tónleikur á skránni.
Jón var eins og bróðurin sera hugtikin av skiflerákinum og hesin tónleikurin var eisini lopfjølin til fyrsta veruliga poppbólk í Vestmanna, nevniliga The Westerns
Hoyr ella hoyr aftur Jón og Hallgrím Miðberg greiða frá í útvarpssendingini, ???Tónasláttur??? hjá kringvarpinum, mikudagin 12. juli kl.10:05
Sendingin varð send fyrstu ferð í 2004. Hans Egholm legði til rættis
Eg siti so eina
Skrivað hevur Hans Egholm/Føroyska rokksøgan
Í dansistovum á bygd var harmonikan álitið. Men framsókna vinnulívsbygdin Vestmanna taldi so mikið færri sálir enn Klaksvík, at ikki var altíð, at spælimenn vóru heima. Men ráð vóru fyri tí.
Í fimmtiárunum brúktu vestmenningar plátuspælara í Dansistovuni hjá Osmundi á Rógvu. Sjómenn, ið høvdu verið í fremmandum londum við fiski keyptu nýggjar plátur við heim og hesar blivu brúktar at dansa eftir í dansistovuni.
Í gamla skúla varð eisini dansað, og tá sekstiárini byrja, verður dansimynstrið í bygdini enn fjølbroyttari. Hóast fleiri útlendskar útvarpsrásir hoyrdust í Vestmanna, hevði Radio Luxembourg eina serstøðu, tí hon sendi tann nýggja skiffletónleikin við Lonnie Donnegan og Chas MacDevitt Skiffle Group, har Nancy Whiskey var sangarinna. Eisini í Vestmanna fekk skiffletónleikurin fastatøkur á fólki. Serliga tá skótarnir í Havn skipaðu fyri The Gang Show í ??tvarpi Føroya í mars 1958. Tá sótu vestmenningar sum á nálum. Enn størri bleiv áhugin, tá SSB skótarnir komu til Vestmanna á tjaldlegu. Fleiri ungdómar úr bygdini forvitnaðust og settust við legubálið at hoyra havnardreingirnar spæla skiffletónleik, ikki bara á enskum, men eisini á føroyskum. At síggja og hoyra føroyskar javnaldrar framføra skiffletónleik var heilt einastandandi og flutti nógv hugsjónarlig mørk í bygdini. Samstundis økti hetta um áræðið og setti ferð á hugflogið hjá vestmenningum, sum ikki vildu standa aftanfyri havnardreingir. Eldhugaðir fóru vestmenningar at savna manning og ljóðføri til ein nýggjan bólk í heimligum jørðildi. Ungdómurin var troyttur av at hoyra Slim Withman kasta lasso í Dansistovuni hvørt sunnukvøld. Ungdómurin vildi heldur skapa livandi tónleik millum livandi áhoyrarar í heimbygdini.Tíðin var komin at royna nakað nýtt, sum higartil bert hevði verið at hoyra á plátum og í útvarpi.
Ljóðførini vóru kassagittarar, ein tunna, teir funnu á havnarlagnum og nýttu til trummu. Eitt seyðaroð, sum teir fingu frá Hanusi bónda á Heygum, varð lagt á blot og dagin eftir spent á tunnuna. Í einum húsum funnu teir eitt vaskibretti, og ein tóman tekassa fingu teir úr handlinum hjá D.P.Olsen. Í hornið á tóma kassanum varð fest eitt kustaskaft, og síðan var ein snórur spentur millum tóma kassan og endan á kustaskaftinum. Tá ið sligið var á hann, ljómaði tað djúpt og rýtmiskt og kundi saman við trummuni leggja ljóðbotnin og stevið í einfalda tónleikinum. Skifflebólkurin í Vestmanna, sum aldri varð nevndur annað enn Skifflegroup. Fyrstu ferð skifflebólkurin spældi í Dansistovuni, stóð dansifólkið sum sligið á nevið. Eftir at hava staðið eina løtu og gánað, fóru tey øll at klappa, syngja og dansa. Søgurnar um hetta upplivilsið í Dansistovuni, at síggja og hoyra ein livandi rýtmiskan tónleikabólk við ungum bygdarmonnum, vóru ov góðar til at lata fara aftur við borðinum.
Rákið við skiffletónleiki helt sær í rúma tíð í Radio Luxembourg.. Sum frá leið kom eisini kontrytónleikurin fram á somu støðum. Vestmenningar, og serliga Hallgrímur Miðberg, fingu beinanvegin tokka til henda tónleik, ið teir fataðu sum serliga fólkavinarligan, tí hann fall so væl í oyrað, var harmoniskur og gekk væl á dansigólvinum.
Mynd 1: Odmar Djurhuus
Mynd 2: Hallgrím Miðberg og Niels Olsen
Á einum hotellkamari sótu Oddmar Djurhuus, vanliga nevndur Skipper, og Hallgrím sum vant og hugnaðu sær við sangi og gittarspæli eftir loknan arbeiðsdag. So væl fall í lag, at bæði orð, stev og lag komu til Hallgrím hetta sama kvøldið í 1959. Sangurin var í kontrystíli og fekk heiti eftir fyrstu reglu Eg siti so eina.
Tá dansur aftur var í bygdini, dugdu Oddmar og Hallgrím sangin til fulnar og frumframførdu hann væl fagnaðir í Dansistovuni.
Hetta var ein sangur, ið vestmenningar tóku til sín. Eftir frumframførsluna sungu og trallaðu øll í bygdini Eg siti so eina. Men nógv ár skuldu tó ganga, til sangurin kom í Grønu Sangbók og bleiv fastur fúsur í hvørjari veitslu. Vit kunnu staðfesta, at hetta gjørdist enn ein slagari, ið taldist millum føroysku landaplágurnar.
Støðug og fyrireikað manning var ein rár hending, tá spælt var til dans í Vestmanna hesa tíðina. Vóru menn heima og fóru í dans, so tóku teir ljóðførini við, í teirri vón at onnur gjørdu tað sama. Oddmar var ofta við, og tí gingu bólkarnir undir navninum Oddmar og hansara menn. So vistu fólk, hvat var á skránni til dansin. Honum dámdi væl at syngja og spæla. Afturat sær hevði hann Hallgrím Miðberg, Jógvan Olsen,Torleif Miðberg og Jón Miðberg á gittara, Oskar Seloy og Asbjørn Madsen á harmoniku og Jóhannis Bjørgvin á trompet. Aftaná dansin, tey góðu summarkvøldini, hendi meiri enn so, at fólkið gekk sær ein túr oman á bryggjuna, og onkur tónleikari spældi nakrar sangir. Onnur tóku undir, og soleiðis kundi dansurin halda fram, har sum gávuríka havið møtti langtandi bygdini, til langt út á náttina.
Mynd 3: Odmar og hansara menn spæla til dans í dansistovuni. F.v. Odmar Djurhuus, Jógvan Olsen, Jón Miðberg og Oskar Seloy
Dansurin í fasta legu
Nakrir unglingar funnu fyrst í sekstiárunum saman í gamla skúlanum í Vestmanna og byrjaðu at venja tónleik. Teir vóru Guttorm Christiansen, ið spældi bass á sín rýtmugittara, Bjarni Juul Petersen, rýtmugittara, Niels Olsen, harmoniku, Jón Miðberg trummur og Jóhannus Bjørgvin trompet. Hallgrím Miðberg var við á sologittara, tá hann var í bygdini. Hann hevði drúgvar royndir sum tónleikari í fimmtiárunum og legði ungu manningini lag á.
Tað barst Jóhannusi Bjørgvin og Bjarna Juul Petersen frá at halda fram í bólkinum í 1963. Stutt eftir avgjørdi restin av manningini at fáa Heðin Follend og Marna Gaard við í bólkin. Hesir avgjørdu so í felag at gera bólkin meira nútímans, meira á tann bógvin, ið Hallgrím Miðberg hevði víst á við sínum gittara. Avtala varð gjørd við Osmund á Rógvu, eigaran av dansistovuni, um at spæla til dans. ??tgerð varð keypt frá Simma. Bólkurin skuldi eisini hava eitt navn. Teir vóru tó samdir um, at navnið skuldi hava okkurt við Vestmanna at gera. Fyrsta uppskotið var West Boys ??? eins og Red Boys og Faroe Boys ??? men uppskotið festi ikki røtur. Teir samdust um The Westerns.
Teir, ið byrjaðu The Westerns, vóru Guttorm Christiansen bassgittara og sang, Heðin Follend sologittara, Marner Gaard rýtmugittara, Jón Miðberg trummur og sang og Niels Olsen harmoniku. Bólkurin fekk sær skraddaraseymað klæði. Glitrandi turkis grønligar jakkar, ljósagráar buksur, svartar floyalsvestar og slips ella butterfly. The Westerns spældi í fleiri ár og nógv mest í Vestmanna. Um tað mundið The Westerns var í hæddini, miðskeiðis í sekstiárunum, var vanligt, at nógv havnarfólk vóru í dansi í Vestmanna. Miðskeiðis í sekstiárunum kom ??lavur Højgaard upp í bólkin. Hann var tá 15 ára gamal og gekk og mól í dansistovuni, tá bólkurin vandi. Teir spurdu, um hann hevði hug at syngja við teimum. Hann játtaði. Frá tí degi broyttist tónleikurin hjá bólkinum munandi. The Westerns luttók á fyrstu poppkonsertini í Sjónleikarhúsinum 2. páskadag í 1966. Teir høvdu vant nógv, og tað var um reppið, at teir ikki komu til Havnar orsakað av illveðri og nógvum kava. Jón Miðberg minnist serliga væl hesa konsertina, tí tá The Westerns spældi á pallinum, hendi eitt óhapp. Mitt í einum lívligum lagi, tá trummustavarnir gingu kykir, og sveittin dreiv av Jóni, misti hann annan trummustavin. Hann fór flúgvandi gjøgnum luftina. Guttorm Christiansen gjørdi ikki mætari enn at lofta honum og tveita hann aftur til Jón, ið ongantíð misti taktina. Fólk hildu hetta vera eitt triks og klappaðu óført.
Mynd 4: The Westerns í dansistovuni í Vestmanna
Hoyr Jón og Hallgrím Miðberg greiða frá í sendingini Tónasláttur í kringvarpinum, mikudagin 12.juli kl.10:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald