2016-01-16 04:40
Íslendsku skipini Jón Kjartanson og Børkur, sum hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, settu í dag kós móti Íslandi, báðir eru fullfermdir av svartkjafti - Jón Kjartanson hevur 2.200 tons og Børkur 2.400 tons - báðir landa á Eysturlandinum, Jón Kjartanson á Eskifirði og Børkur í Neskaupstaði. Tað eru fyrstu lastirnar av svartkjafti, sum verða landaðar í Íslandi í ár.
Teir verða báðir í Íslandi seinnapartin í morgin.
Í kvøld eru 5 íslendsk skip á feltinum sunnanfyri - Heimey, Venus, Beitir, Bjarni ??lafsson og Sigurður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald