28 ára gamli Jón Gregersen úr Sandavági stovnaði í januar 2016 sína egnu fyritøku, ið veitir ráðgeving í ítróttarsálarfrøði. Navnið á fyritøkuni er OptiMindYou, ið er ein samanseting av orðunum Optimize (ið merkir menning), Mind (ið merkir sinn) og You.
Jón hevur eina 5-ára kandidatútbúgvin í ítróttarsálarfrøði. Fyrst hevur hann tikið eina 3-ára bachelorútbúgving í ítrótti á Aarhus Universiteti. Undir hesi útbúgving í Aarhus vaks hansara áhugið í ítróttasálarfrøði. Tískil avgjørdi hann at útbúgva seg víðari í ítróttarsálafrøði, har han tók eina 2-ára kandidat útbúgvingi Grikkalandi.
Undir útbúgvingini var Jón í starvsvenjing hjá Team Danmark, har hann var við til at fyrireika donsk ítróttarfólk til OL, sum var í Rio seinasta summar.
Hóast sín unga aldur, so hevur Jón longu nógvar arbeiðsroyndir í ítróttasálarfrøði. Hann hevur m.a. arbeitt við ítróttarfólkum í hondbólti, fótbólti, badminton, svimjing, frælsum ítrótti, bogaskjótin og súkkling har hann m.a. hevur hjálp undirritaða báðuferð hann hevur luttikið á Oyggjaleikum. Jón hevur eisini hildið fleiri fyrilestrar, bæði í Føroyum og í Danmark, fyri m.a. ítróttarliðum, venjarum, foreldrum og háskúlum. Jón hevur fyri stuttum gjørt tvær avtalur við besta súkklufelagið og badmintonfelagið í Aarhus.
Umframt sítt virksemi í OptiMindYou, er Jón knýttur at fótbóltsliðnum hjá AGF, har hann arbeiðir saman við leikarum í aldursbólkunum U15, U17 og U19, við málinum um at menna sálarliga styrki og fyrireika leikararnar til eitt møguligt skifti til Superligafótbólt.
Sambært Jón fær ítróttarsálarfrøði alsamt størri týdning í menningini av ungum ítróttarfólkum, eins og alsamt fleiri úrvalsítróttarfólk venja sálarligt, í teirra royndum at avrika á so høgum støði sum møguligt.
Link til heimasíðuna: www.optimindyou.dk
Link til facebooksíðuna: https://www.facebook.com/optimindyou/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald