JN

Jólastova í Jansagerði

...

2014-12-09 14:16 Author image
placeholder
Í samband við Tunnilsdagin, leygardagin 13.12, skipar Miðvágs Fornminnafelag fyri Jólastovu í Jansagerði frá kl. 14-18.
Húsið er prýtt við gomlum jólaprýði, heimligt og hugnaligt er inni við livandi ljósum allastaðni, fólk er at greiða frá, onkur situr og bindur, og
tað angar av jólakøkum og jólagrann, og tey vitjandi fáa ein drekkamunn við smákøkum afturvið.
Skipað verður fyri upplestri og felagssangi millum kl. 15 og 17.
Tað er ókeypis atgongd.
Skráin sær soleiðis út:
kl. 14.00. Húsið letur upp.
kl. 15.00. Upplestur. Inga Poulsen Dam prestur lesur jólasøgu.
kl. 16.00.Vit syngja jólasangir. Jón Eirik Joensen spælir jólaløg á gomlu urguna í Jansagerði.
kl. 17.00. Upplestur. Marjun í Kálvalíð prestur lesur gamla skemtisøgu um jól.
kl. 18.00. Húsið letur aftur.
Opið er frá kl. 14-18.
Vh

Miðvágs Fornminnafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder