2015-12-18 21:42
Sunnudagin 20. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki.
Jólamennirnir gleða seg altíð at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.
Í morgin, 18. desember, byrjar jólavikan hjá handlunum í miðbýnum, og tað merkir at handlarnir hava longri opið.
Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá.
Frá fríggjadegnum 18. desember til týsdagin 22. desember hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 20.
23. desember hava handlarnir í miðbýnum tó opið til kl. 22.
Sí annars skrá yvir tiltøk á jol.visittorshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald