2015-12-14 10:06
Føroya Ríðingarfelag skipaði í dag fyri einum øðrvísi jólahugna úti í Havnardali. Vekk vóru bommgávupakkar og jólamenn við følskum skeggi. Ístaðin var kakao, bollar, hugni og børn sum vísti kynstur við rossum.
Gunrid Hansen og Nina Brockie Hansen hava í heyst undirvíst einum hópi av børnum, og hesi vísti í dag ein part av tí tey hava lært.Nógv fólk vóru komin í Reiðhøllina at hyggja og eyðnaðist hetta sera væl - Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur seg vóna, at kunna endurtakað okkurt líknandi tiltak næsta ár.
Nakrar myndir frá framsýningini síggjast á leinkju niðanfyri
Myndir er her !
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald