Mentan

Jólaheilsan frá rækjutrolaranum Arctic Viking

...

2015-12-23 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit ynskja øllum okkara kæru heima, avloysarum við familju, reiðarí, viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

Eini gleðilig og vælsignað jól til allar sjómanskvinnuringarnar runt landið, hjartans tøkk fyri tykkara stórfinga samhaldsfasta arbeiðið sjófólkinum til mikla gleði, tykkara áhaldni er til miklan sóma fyri alt Føroya land.

Eisini eini gleðilig og vælsignað jól til tykkum á J.N. portalinum, tøkk fyri mangar góðar tíðindastubbar um fiskiskap.

Her hevur illveður leikað í, síðani vit komu higar seinasta leygarkvøld, í løtuni er tó ein skái.

Vit halda jól norðanfyri Svalbard í minus 20 gradum, hjá manningini veit alt kortini væl við.

Við jólakvøðu ??? heilsan manningin á rækjutrolaranum ???Arctic Viking???.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder