Politikkur

Jólafundur anno 2016 á Føroya Fólkaháskúla

...

2016-12-21 09:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska tjóðskaparrørslan tók av álvara dik á seg á vælkenda jólafundinum 2. jóladag 1888. Føroyingafelagið varð stovnað við greiðu málunum; "At fáa Føroya mál til æru", og " at fáa allar føroyingar til at halda saman og at ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir". Men hvussu langt eru vit komin síðan henda týdningarmikla dag í Føroya søgu, og hvagar gongur leiðin?


21. desembur skipar Unga Tjóðveldið fyri jólafundinum anno 2016 á Føroya Fólkaháskúla; eitt mentanarkvøld, við yrkingum, tónleiki og kjaki um hvagar vit føroyingar eru komnir, og hvussu vit taka okkum fram, so at vit at enda røkka teimum báðum aðalmálunum; at vinna Føroya mál til æru og at vera sjálvbjargin í øllum lutum!

Fundurin byrjar kl. 20.


Fundarskráin er hendan:
Bjóðað verður vælkomin, og fundurin byrjar.
1) Jóanes Patursson hugleiðir og lesur upp yrking eftir Jóanes bónda.
2) Hugleiðing um mentanar strev føroyinga; hvar eru vit, og hvagar gongur leiðin?
3) Steðgur
4) Røða og samanumtøka
5. Sissal og ??lavur framføra
6. Fundurin lokin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder