Mentan

Jóladagur

...

2016-12-25 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Halgisøgan sigur frá einum ungum hirða, sum stóð uttan fyri fjósið, tá ið Jesus varð føddur. Hann stóð har ovfarin og hugdi at teimum dyrgripum, sum teir tríggir heilagu kongarnir góvu barninum: gull, roykilsi og myrru. Men brátt var hann tungur í huga, tá ið hann hugsaði um, hvussu fátækur hann sjálvur var. Hann átti einki at geva tí nýfødda kongsbarninum. "Eydnusælir eru tit." segði hann, tá ið vísmennirnir komu út aftur, "tí tit eiga okkurt at geva Jesusi, men eg eigi einki."

Ein teirra svaraði honum blídliga: "Góða barn mítt, tú mistekur teg. Tú ert eydnuríkastur. Vit eru gamlir menn, og brátt slóknar lívsljós okkara, men tú ert ungur. Tú kanst geva Jesusi alt lív títt. Ja, tú ert eydnusælur!"

Frásøgan um teir tríggjar vísmennirnar úr Eysturlondum er bæði hugtakandi og vøkur. Teir løgdust á knæ og tilbóðu Jesus.

Tann vakrasta sjón, eg síggja kann,

er tey ungu í bøn til Gud.

Tann størsta gávan, ið vit kunnu geva Jesusi, er at tilbiðja hann og geva honum alt lív okkara. Tað er munur á at biðja Jesus um nakað og at tilbiðja hann. Í tilbiðjan er lovsangur og tøkk, lítilæti og kærleiki, ja, har slær hjarttað fyri honum.

Vit, ið biðja um so nógv, hava aftur í ár fingið høvi at síggja Guds størstu gávu til okkara. Skulu vit ikki eisini leggja okkum á knæ og tilbiðja Jesus!

"Og teir fóri inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni, og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað, og teir lótu upp goumslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru." Matt. 2,11.

So glað vit skunda tær ímót

og kyssa dustið við tín fót,

o stundin sæla, náttin klár,

tá tú vart føddur, Drottur vár.     Slb. 61,2


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder