Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi).
Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína.
Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlahen, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.
Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vóru ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: "??ttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrrin Kristus í Dávids staði: Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu." Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: " Heiður veri Guði í hægsta himli og friður á jørð og í menniskjum góður tokki!"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald