Mentan

Jólaborðhaldið hjá Pensjónistafelagnum verður 16 desember

...

2014-12-11 03:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólaborðhaldið hjá Pensjónistafelagnum verður týskvøldið 16. desember kl. 18 á Hotel Vágum.

Borðreitt verður við fleskasteik, omaná verður rísalamande, eisini verður kaffi og te við køkum. Borðstjóri verður Magnus Magnussen.

Tummas Heri og Árni skipa fyri sanginum og tónleikinum.

Upplestur og lutaseðlasøla verða eisini.

Kostnaðurin verður 200 kr.

Tey, ið ætla sær til hetta hugnaliga kvøldið, verða vinarliga biðin at tekna seg

á tlf. 332512 ella 253712 í seinasta lagi leygardagin 13. des.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder