2017-11-23 23:12

Tá atgongumerkini til árligu jólakonsertina Jól við Løkin í Løkshøll vóru sett til sølu 1. november, gekk ikki long tíð fyrr enn øll atgongumerkini vóru seld. Fyrireikararnir settu tí eina eykakonsert á skránna. Henda eykakonserin varð útseld eftir 57 sekundum, og nógv sótu sera nipin, og fingu onki atgongumerki.
Nú hava fyrireikararnir valt at seta eina eykakonsert á skránna. Henda konsertin verður leygardagin 9. desember klokkan 16.00.
Samstundis vera seinastu trý nøvnini á ársins Jól við Løkin avdúkað. Hesi eru Svein Thomsen, Albin Kristoffur Rasmussen og Guðrun Sólja Jacobsen. Svein er mest kendur frá sangi í Heimamissiónini. Hann hevur sungið nógv, bæði einsamallur men eisini saman við øðrum í bólkum og kórum. Albin hevur einamest sungið sum ???trubadurur??? við sínum guittara, og er ofta at hoyra umborð á Norrønu, har hann undirheldur við sínum sangi. Guðrun Sólja er helst tað kendasta navnið á skránni í ár. Guðrun hevur í nógv ár ríkað okkum við sínum frálíka sangi í bæði einum og øðrum høpi. Hon hevur verið nógv at hoyrt á konsertum og í miðlunum.
Fullfíggjaði listin yvir tey, sum fara at syngja á Jól við Løkin sær altso soleiðis út:
Svein Thomsen
Guðrun Sólja Jacobsen
Tórfríð Tavsen
Albin Rasmussen
Beinta Atladóttir
Petur Hans Hansen
Maria á Lakjuni
Svein Thomsen
Guðrun Sólja Jacobsen
Tórfríð Tavsen
Albin Rasmussen
Beinta Atladóttir
Petur Hans Hansen
Maria á Lakjuni
Heðin Askham
Terje Vestergaard
VOX
Atgongumerkjasølan til Jól við Løkin eykakonsertina vera sett til sølu mikudagin 29. November klokkan 18.00. Tað ber bert til at keypa atongumerkini á netinum á heimasíðuni hjá løkshøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald