JN

Jól við Løkin - myndir

...

2014-12-22 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið var ársins gospel jólakonsert í Løkshøll, har ið m.a. Heine Lutzen, Systrar, HIGH5 og fleiri onnur luttóku! Eisini høvdu vit eitt stórt húsorkestur, ið spældi undir til allar sangirnar, ið vórðu framførdir, tað stendur at lesa á Facebook síðuni hjá Løkshøll.

Løkshøll var fullsett, og áhoyrarirnir vóru ógvuliga spentir upp á, hvat jólakonsertin hevði at bjóða, tí slíkt er ongantíð roynt áður her um leiðir.

Vit hava fingið heilt nógvar positivar afturmeldingar frá áhoyrarunum, og vit vóna at tit øll høvdu eitt hugnaligt og gott kvøld!

Løkshøll takkar fyri eitt gott ár, við nógvum hendingaríkum tiltøkum. At enda árið við einari slíkari konsert er nakað, ið vit heilt sikkurt gera aftur!

Løkshøll ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Løkshøll - Menning gjøgnum upplivingar, myndirnar ið Jóannes S. Hansen hevur tikið eru av Facebook síðuni hjá Løkshøll.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder