Jólakonsertin verður aftur í ár, og aftur hesa ferð í Løkshøll, høllin við teim fjølbroyttu nýtslumøguleikunum og frálíku umstøðunum.
Aftur í ár hevur tað eydnast fyrireikarunum at savna saman eitt gott og fjølbroytt tyssi av kendum og minni kendum sangarum og tónleikarum, so lagt er upp til eitt hugnaligt og undirhaldandi kvøld við góðum sangi og tónleiki. Higartil hevur sølan gingið so væl, at konsertin leygarkvøldið 19. desembur er útseld, men eingin grund er setast aftur, tí skipað verður fyri eykakonsert sunnudagin 20. desembur kl. 16. Enn eru nøkur atgongumerkir eftir til tí konsertina.
Netsølan er áwww.loksholl.fo, og møguleiki er eisini fyri at keypa atgongumerkir á kunningarstovuni í Saltangará.
Tey, ið framøra, eru:
Linda Andrews, HIGH5, Sigrid Rasmussen, S7EY, Heini Lützen, Jórun Pólsdóttir, Hervør á Torkilsheyggi, Barbara Gaardbo og Jan Jacobsen
Húsorkestrið er mannað av: Jákup Justinussen, Høgna Klakkstein, Paula Poulsen, Bárður Poulsen, Jógvan Andersen, Benjamin N. Jacobsen, ??lavur Olsen, Jens Knudsen og Eirikur Skála.
Jól við Løkin er partur av hugnaligu jólavikuni hjá Runavíkar Kommunu, har ið nógv jólatiltøk eru á skránni fyri bæði børn og vaksin.
Verið hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald