Politikkur

Johnny burdi stuðla teimum báðum í at fari á Christiansborg mikudagin

...

2018-01-08 15:10 Author image
placeholder

Ein av seinastu frásøgnunum, eg frætti úr Noðurkorea, er um barnaskúlan, sum bjóðaði næmingunum til eina serstaka kapping. Tey skuldu royna at finna eina ávísa bók heima við hús, og tann næmingur sum fann eina slíka og kom við henni í skúlan, fór at verða kosin vinnari og fáa heiðursløn.

Gentan, sum vann, varð ovurfegin um, at henni eydnaðist at vinna. Hon varð heiðrað av skúlanum, men tá hon kom heim tann dagin, var ongin heima. Løgreglan hevði verið á vitjan, og øll hennara vóru burtur, førd í fangalegur, haðani ongin kemur livandi.

Bókin var Bíblian.

Ein annar boðskapur um Norðurkorea.

Fríggjakvøldið og leygardagin á miðdegi royndu útvarpskvinnan ??luva og serfrøðingurin Lau at sannførða tey, ið lurtaðu eftir tíðindunum um, at heimsins ræðuligasti núlivandi drápsmaður í veruleikanum bert er ein neyðars ósekur maður, sum er, sum hann er, tí ljót fólk í í Amerika forfylgja honum.

Eg trúði líka lítið mínum egnu oyrum, sum tú óivað trýr tínum egnu eygum, nú tú lesur hetta, eg skrivi. Eg fór tí inn á netið at lurta einaferð enn og bleiv sannførdur um, at eg mátti skriva hetta bræv, fyrst og fremst til útvarpskvinnuna ??luvu og ???serkøna??? Lau, men eisini til Kringvarpsstjóran, Jonny. Áheitan mín er, at tey bæði, Lau og ??luva, verða stuðlaði av Kringvarpinum at fara á ráðstevnu á Christiansborg mikudagin í komandi viku, so lurtarin fær høvið til at hoyra ræðuliga sannleikan um hvør Kim Jong Uns veruliga er.

Fundurin á Christiansborg.

???Du inviteres hermed til lanceringen af ??bne Døres World Watch List 2018 på Christiansborg d. 10. januar klokken 13.00 i Provianthuset Pro-D.???

Soleiðis ljóðar innbjóðing mær varð send av ???tværpolitisk netværk for tros- og religionsfrihed i udenrigs- og udviklingspolitik???, ein fyrimyndarligur felagsskapur av fólkatingslimum við djúpum rótum inn í danskar flokkar, frá eindarlistanum og heilt yvirum miðjuna til tey konservativu.

Á fundinum fer altjóða felagsskapurin Open Doors at leggja fram árliga ???World Watch List 2018???, eitt yvirlit yvir heimsins mest harðrendu stýri, lond sum náðileyst forfylgja, drepa og oyða kristin í hópatali, bert tí tey møguliga eru kristin ella eru í familju við slík, sum stýrið heldur, møguliga eru kristin.

Neyvan tørvar mær at siga tær, at Norðurkorea, við Kim Jong Uns á odda, afur í ár er klárt nr. 1 á hesum lista. Hetta er ein lutur, hann hevur havt, síðani hann fekk valdið frá pápa sínum, sum væl og virðiliga hevði vant son sín upp til at fremja somu beistagerðir móti mannaættini, sum pápin sjálvur var kendur fyri.

Far á fundin, um tú hevur møguleika!

Sum eina eggjan til tey trý, men eisini onnur, sum hava møguleika at fara á fundin, loyvi eg mær, úr skránni, at nevna tey, ið hava orðið á fundinum:

Naser Khader (K), MF, Udenrigspolitisk ordfører.

Franz-Michael Skjoldhøj Mellbin, Danmarks Ambassadør for tros- og religionsfrihed.

Daniel Toft Jakobsen (S), MF, Formand for tværpolitisk netværk for tros- og religionsfrihed.

Vónandi vil ein luttøka á hesum fundinum viðvirka til, at vit, frá Public service varpinum KVF, fáa borna eina rættari mynd av viðurskiftunum í Norðurkorea og av leiðarunum har.

Á hesum árliga kunnandi fundinum er eisini høvið hjá fjølmiðlafólki, politikarum og øðrum áhugaðum, at fáa kunning um ræðuligu viðferðina mong onnur lond geva borgarum sínum, einans vegna ta trúgv, hesir hava valt.

Umframt Norðurkorea kunnu nevnast lond sum Irak, Eritrea, Afghanistan, Iran og Sýria. Hesi eru millum topp tíggju á lista Open Doors yvir stýri, sum miðvíst forfylgja, myrða og oyða egna fólk sítt.

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder