John Rajani er settur sum stjóri á Løgmansskrivstovuni.
John Rajani hevur drúgvar royndir bæði í landsfyrisitingini og í privatu vinnuni. Hann starvaðist í Mentamálaráðnum í trý ár, áðrenn hann í 1999 fór í starv á Løgmansskrivstovuni. Í tíðini á Løgmansskrivstovuni røkti hann ymiskar uppgávur, millum annað var hann sendimaður Føroya í London millum 2002 og 2005.
Í fíggjarvinnuni hevur John Rajani tíggju ára royndir á leiðslu ??? og stjórnarstøði úr BankNordik. Seinastu tíðina hevur hann verið sendimaður Føroya í Tel Aviv í Ísrael.
Nýggi løgmansstjórin er 52 ár gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn.
John Rajani loysir Marjuna Hanusardóttir av, sum gevst eftir 25 ár sum løgmansstjóri.
Hann byrjar í starvinum tann 1.august
10 umsóknir vóru til starvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald