Steypafinalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við John Olivar Edvarsson, sum spælur við mansliðnum hjá SÍ.
Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla steypafinalu?
- Steypafinalan er tad besta - sum er í kappingarárinum. Høllin er full av hepparum, nógvur gangur og stemningurin er i top.
Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?
- Hettar verður fjórða árið, sum eg eri við í steypakappingi hja monnum. Tað er sum ein dreymur at spæla steypafinaluna, alt er í topp - umstøðurnar og áskoðararnir - ja tað kann ikki verða betri.
Eru allir leikarar tøkir til dystin?
- Jón Nielsen, Niels Erik Anderson og Teitur Anderson, eru ikki við. Og so hava vit eisini onkrar skaddar leikarir.
Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?
- Eg vænti at tað verður ein tættur og spennandi dystur. Ikki verri um tad bleiv ein 5 settari - og vit vunnu steypið.
Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?
- Styrkin hjá okkum er, at vi spæla sum eitt lið, og spæla vit vid tí sum vit hava - so vinna vit avgjørt. Eg dugi ikki at siga nakað um ÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald