ÍF og SÍ leiktu leygardagin finaluna í steypakappingini hjá monnum í flogbólti. SÍ vann dystin 3-2, og eru tí steypavinnarar hjá monnum. JN.fo hitti dagsins mann hjá SÍ John Olivar Edvardsson beint eftir dystin.
Vit spurdu fyrst John Olivar, hví tað var SÍ sum stóð eftir sum steypavinnari.
- ÍF gav ikki alt tað teir áttu. Vit pressaðu okkum til okkara ydasta, og tað kláraðu vit væl. Vit hava gott samanhald, og tað er tað ið skal til fyri at vinna.
Eisini spurdu vit hann, um tað hevði nakað at siga fyri hann, at hann var valdur til dagsins spælara hjá SÍ.
- Dagsins spælari verður man ikki uttan at hinir stuðla tær, eg spældi ein sera góðan dyst, har SÍ spælarnir hjálptu mær væl.
Vit spurdu hann eisini, um teir nú fóru eftir greipuni.
- Sjálvandi nú tá vit hava vunnið steypakappingina, so fara vit sjálvandi eftir greipuni, tað mugu vit klára.
Til síðst spurdu vit hann hvussu teir fóru at feira at teir vunnu steypafinaluna.
- Nú fara vit í skiftirúmið, har vit fara at seta á sjampanjuna og sproyta eitt sindur, so fara vit vestur at ballast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald