Mentan

John Martin úr Swedish House Mafia á Voxbotn

...

2015-04-24 23:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað verður ein av teimum heilt stóru innan nýggjan elektroniskan popp, sum fer at pumpa lív í fjøldina á Voxbotn 2015.

John Martin Lindstrøm ella bara John Martin, sum hann kallar seg, kemur at framføra øll síni heimshitt, ið hann hevur gjørt saman Swedish House Mafia, Tinie Tempah, David Guetta umframt hitt frá síni egnu soloverkætlan.

Heimurin varðnaðist veruliga John Martin, tá hann saman við Swedish House Mafia drønaði upp eftir hittlistunum við sangum sum "Save The World???, ???Reload??? og ikki minst ???Don't You Worry Child???. Men eisini samstarvið við enska rapparan Tinie Tempah við lagnum ???Children of the Sun???, kláraði seg væl á hittlistunum í Onglandi.

Seinastu tíðina er størsta orkan brúkt til soloverkætlanina, har fyrsta staklagið undir navninum John Martin, ???Anywhere for You???, hevur staðið seg sera væl í Onglandi. Tað hevur eisini verið nógv spælt her heima.

Í løtuni er ein heil fløga á trappuni, undir egnum navni. Hetta er stórur spenningur um, bæði í heimlandinum og í Onglandi.

Nú kemur hann við manning á Voxbotn, og tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið kann fáa fjøldina á kók.

Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt John Martin, er X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin.

Tað hevur verið útselt øll árini, Voxbotn hevur verið og fyrireikararnir vænta nógv fólk aftur í ár. Atgongumerkjasølan til Voxbotn 2015 gongur strúkandi, og atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og Expert í SMS, Fast-handlunum kring landið og á ebillett.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder