Vinna

Jóhanna á Bergi: Vit arbeiða áhaldandi við at geva góð tilboð

...

2017-02-03 23:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at stjórin í Atlantic Airways - Jóhanna á Bergi - í kvøld hevði kunngjørt nýggja tilboðið at knýta ungdóm og lesandi nærri Føroyum, hittu við Jóhonnu og settu henni onkran spurning.

Les eisini: Kunnu nú ferðast fyri kr. 1.245,- tur/retur við Atlantic Airways.

Hava tit arbeitt leingi við hesum tilboðnum?

Ja, vit hava arbeitt leingi við tí, tað hevur verið eitt politiskt ynski í langa tíð, sum vit hava arbeitt við, so vit eru sera glalð um, at eg í kvøld kann kunngerða nýggja tilboð okkara. Hettar eru ferðaseðlar til ung og lesandi t.v.s. ung til og við 25 ár og til lesandi, sum eru góðtikin av Studna ella SU. Vit hava nevnt tilboðið SVEIGGJ - tað rímar væl við veiggj, sum er megi og kraft, sum tey ungu og lesandi hava. Og fyrsta ella fremsta endamál við hesum ferðaseðlunum er, at knýta ungdóm og lesandi nærri at Føroyum. Vit hava eisini valt at bjóða teimum ungu og lesandi, sum búleikast í Føroyum at síggja og uppliva heimin, vit vita at heimurin er áhugaverdur, men vit halda at heimið er best - tað er Føroyar.

Hvussu ber tað til, at tit júst bjóða tað til hesar bólkarnar?

Ja, tað er altíð eitt tjak um tað, men tað sum her er eitt sinndur serligt, um man fer at hyggja eftir hagtølum, so er tað so, at man hevur tilboð til aldursbólkar. Tað sum er serligt í Føroyum er, at tað eru so nógv lesandi, sum eru yvir 25 ár og tí hava vit valt ikki at støðga har, við tað at vit kalla tað ung, men tí siga vit eisini lesandi. Vit meina, at tað eru eini 1.600 lesandi uttanlanda, ið eru góðtikin at Studna, og tey eiga meira enn 400 børn, harav eru 33% av teimum yvir 25 ár - so vit ynskja eisini at røkka teimum.

Nú fara tit at fáa kapping frá tveimum feløgum, hvussu sært tú uppá 2017?

2017 verður eitt orduliga spennandi ár, og vit gera okkum út til kapping, sjálvandi gera vit tað og við góðum treysti.

Kunnu vit vænta fleiri líknandi tilboð?

Vit arbeiða áhaldandi at geva góð tilboð, og vit arbeiða áhaldandi at selja bíligar ferðaseðlar, tað hava vit gjørt og tað koma vit framvegis at gera, segði ein altíð sera frintlig Jóhanna á Bergi í kvøld.

Les eisini HER og HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder