
Eg eri givin á sjónum!
Orðini eigur Jóhan Petur í Soylu, á Sandi, sum hevur ført Eysturbúgvan síðani teir keyptu hann í 1994.
Ikki tí, Jóhan Petur stóð á brúnni tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun.
-Jú, jú, eg eri givin á sjónum! Eg havi bara verið ein avloysaratúr sum stýrimaður. Eg kom á ???landsliðið??? í summar, so nú eri eg givin eftir 40 góð ár á sjónum.
Jóhan Petur arbeidi heima í nøkur ár, men tað treivst hann ikki við. Hann fór so aftur til skips og sjólívið hevur verið tað besta arbeiðið fyri hann.
Hann hevur bæði siglt sum maskinmeistari og sum skipari.
-Vit keyptu Eysturbúgvan á tvangi í 1994 ??? sum var ein krepputíð. Tað hevur bæði verið spennandi og strævið at rikið skipið, men vit hava staðið saman um Eysturbúgvan og tað hevur borið til. Vit hava samtrolað við Vesturbúgvan øll árini- sigur Jóhan Petur lítillátur og takksamur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald