2018-01-17 19:00
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim skrivar á Facebook: Almenn arbeiðspláss geva stabilitet, krevja hægri útbúgvingar, økja um fjølbroytnið og styrkja okkara land.
Sera áhugaverd tíðindasending á DR í gjár. Tað er eingin ivi um, at vit í Føroyum høvdu kunnað styrkt um okkara fjølbroytni og styrkt um okkara land, um almenn arbeiðspláss vóru løgd kring landið.
Tí hevur Sjálvstýri lagt stóran dent á, at almennar íløgur skulu gerast kring alt landið, og hetta fara vit sjálvandi at arbeiða hart fyri eisini í framtíðini.
Sendingin hjá DR sæst her:
https://www.dr.dk/???/tv-avisen/tv???/tv-avisen-2018-01-16-21-29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald