Ávísir
føroyskir politikarar gera royndir
???at
blása og hava mjøl í munninum???, og ganga
ímóti tí sum flestu framkomnu londini, eftir
at
tey eru fastkoyrd, royna at sleppa sær burturúr
Nú
sterkastu politikarar í heiminum, sum umboða 85% av heimsbúskapinum hava sitið
í Brisbane í Australien undir trýsti, við tí høvuðsverkevni at fáa gongd á
alheims búskaparvøksturin og útvega fleiri arbeiðspláss, kunnu Føroyar í løtuni
vísa á, at arbeiðsloysið enn bert er 3,2% og at búskaparvøksturin liggur um 4,5
%.
Staðfest
er, at Danmark í kanning sum Boston Consulting Group hevur gjørt, síðani fíggjarkreppuna í
2008, hevur mist heili 150.000 størv í
ídnaðinum og missa eini 60-80.000 størv fram til 2020. Kreppan hevur elvt til
eini 200.000 størv færri, sigur Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.
Niður við
skatti og avgjøldum
Dansk
Industri sigur í eini viðmerking, at tað fyrst og fremst er avgerandi, at
politikarar skapa betri møguleikar fyri framleiðslu og at skatturin má hava
eina broyting rætta vegin. Hetta hevur
danska sosialistiska stjórnin eisini merkt sær og handla út frá. Hon er fyri sovítt vorðin vinnuvinarlig.???
Hetta eiga føroyskir politikarar at leggja sær í geyma, nú vit í løtuni ríða á uppgangandi
og hepnari bylgju.
Føroyar
eru sostatt júst nú í eini serstøðu, at bæði alivinnan, langfarafiskiskapurin
og pelagiska vinnan í løtuni hava tað gott sum ger, at arbeiðsloysið er lágt og
vøkstur er í búskapinum. ??? Men hvussu leingi!
Vit síggja
eisini, at hóast heimaflotin ikki hevur tað so gott, og virkini á landi ikki
hava tey stóru avlopini til nýíløgur, so gevur tað heilt nógv arbeiði og við tí
eitt so sera avgerandi íkast til føroyska búskapin.
Sláið
ikki føturnar undan
vinnuligu
arbeiðsplássunum
Tiltikið
er, at ikki ber til ???at blása og hava mjøl í munninum???, sum stórur partur av
politisku skipanini heldur og roynir.
Meðan politikarar úti í heimi eru fastkoyrdir, leggja til brots fyri at útvega privatu ídnaðarvinnuni betri virkismøguleikar avgerandi, at politikarar skapa betri møguleikar fyri framleiðslu og at skatturin má hava eina broyting rætta vegin. Hetta hevur danska sosialistiska stjórnin eisini merkt sær og handla út frá. Hon er fyri sovítt vorðin vinnuvinarlig.??? Hetta eiga føroyskir politikarar at leggja sær í geyma, nú vit í løtuni ríða á uppgangandi og hepnari bylgju.
Føroyar
eru sostatt júst nú í eini serstøðu, at bæði alivinnan, langfarafiskiskapurin
og pelagiska vinnan í løtuni hava tað gott sum ger, at arbeiðsloysið er lágt og
vøkstur er í búskapinum. ??? Men hvussu leingi!
Vit síggja
eisini, at hóast heimaflotin ikki hevur tað so gott, og virkini á landi ikki
hava tey stóru avlopini til nýíløgur, so gevur tað heilt nógv arbeiði og við tí
eitt so sera avgerandi íkast til føroyska búskapin.
Sláið
ikki føturnar undan
vinnuligu
arbeiðsplássunum
Tiltikið
er, at ikki ber til ???at blása og hava mjøl í munninum???, sum stórur partur av
politisku skipanini heldur og roynir.
Meðan
politikarar úti í heimi eru fastkoyrdir, leggja til brots fyri at útvega privatu
ídnaðarvinnuni betri virkismøguleikar við lækkandi skatti, niðursettum
avgjøldum, spæla ávísir føroyskir politikarar høgt spæl, gera royndir at leggja
fleiri avgjøld á vinnuna, forða fyri menning, so torført er, ella ikki ber til
at gera fleiri útbyggingar og skapa framleiðslu fyri fleiri lidnar vørur til
útflutnings.
Lættið um
byrðarnar
- styrkið
um menningina
Tosa um
at útvega fleiri arbeiðspláss, tosa um íverksetarar, og siga seg ikki skilja,
at fleiri vørur ikki verða meiri mentar til útflutnings í fiskivinnuni. Veruleikin
er, at politikarar útvega bara almenn arbeiðspláss, sum kunnu fremjast, tí
privata vinnan er so dugnalig. Veruleikin er tó, at ávísir politikarar ??? ikki
so fáir - sláa føturnar undan vinnuni við fleiri avgjøldum, so tyngri ella ómøguligt
er at útvega nógv fleiri arbeiðspláss. Tað fæst meiri fyri hvørja krónu og hon
gert nógv drúgvari, um hon verður brúkt í vinnuni heldur enn í almenna
rakstrinum.
Nei, latið vinnuna hava møguleikar til framvegis at skorða undir ein nógv dyggari dynamikk í samfelgnum og gloymið alt um at leggja tyngri byrðar á hana. ??? Lættið heldur um byrðarnar, so vit ikki koma út, har onnur lond illa ella ikki grynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald