Nr. 31/2015
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um yvitøku av málsøkinum, persóns-, familju- og arvarætti, settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1) Hvussu langt er arbeiðið við at yvirtaka málsøkið persóns-, familju og arvarætt komið, og nær kann roknast við, at málið verður lagt fyri Løgtingið?
2) Heldur landsstýriskvinnan ikki, at tað hevði verið betri at funnið eina aðra og ???føroyska loysn???, tá ið hugsað verður um spurningin, sum nú verður viðgjørdur á tingi í tingmálunum, nr. 19, 20 og 21?
Viðmerkingar:
Í løtuni verða lógaruppskot um broytingar í hjúnabandslógini viðgjørd í Løgtinginum, og í nevndarviðgerðini eru nógvir ógvuliga stórir og prinsipiellir ivaspurningar komnir fram.
Løgtingsskrivstovan boðaði beinanvegin í skrivi frá fleiri fyrivarnum, hon hevur í sambandi við málini, og viðgerðin hevur víst, at hetta er alt annað enn ein einfaldur máti at lóggeva uppá í einum so týðandi, kenslusomum og eymum máli.
Hetta má sigast at vera óheppið, og tað elvir til álvarsaman ótryggleika í einum máli, sum longu frammanundan voldir stórt split í fólkinum. Og fyrst og fremst er hetta orsakað av, at vanligar mannagongdir, sum eru har fyri at tryggja rættartrygd og rættarkenslu, eru settar til viks.
Sum onkur hevur nevnt í hoyringarskrivi, so eru tað mangir føroyngar, sum halda, at onkur onnur loysn átti at verið funnin á hesum øki. Um familjurættur verður yvirtikin, so er einki í vegin fyri, at landsstýriskvinnan ger eina væl gjøgnumarbeidda lóg á økinum. Eina lóg, sum verður hoyrd, og sum fær eina virðiliga viðgerð í Løgtinginum.
Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu stendur, at málsøkið, ???persóns-, familju og arvarættur???, verður yvirtikið á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum.
Í røðu á tingi 24. nov. segði landsstýriskvinnan, at arbeitt verður við hesum máli, og at vónir vóru um at fáa hetta avgreitt áðrenn summarfrítíðina. Orðarætt varð sagt, at ???málið verður nokk yvirtikið, tá mann kemur til mai mánað???.
Á Løgtingi, 17. februar 2016
Jógvan á Lakjuni
Politikkur
Jógvan spyr um persóns-, familju og arvarætt
...
2016-02-18 16:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald