JN

Jógvan Philbrow nýggjur formaður í Føroya Pedagogfelag

...

2015-04-11 18:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv fólk var á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag - 518 høvdu greitt atkvøðu til formansvalið. 

Nýggjur formaður í felagnum er Jógvan Philbrow, Jógvan fekk 265 atkvøður ímeðan Maud V. Hansen fekk 249 atkvøður, t.v.s. at bert 16 atkvøður vóru á muni millum tey bæði til formansvalið. - 4 atkvøður vóru blankar.

Jógvan hevur sitið í nevndini síðan 2010, hann segði í stuttari viðmerking í ??F fyri løtu síðan, at hann roknaði við, at limirnir vildu hava broytingar, tað hevur verið tosað nógv, men avrikini hava ikki altíð verið samsvarandi. Tað sum hann kemur at leggja mest orku í, tað verður lønartrupulleikarnir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder