Nøkur fá orð nú ???farið er um trettanda???
Tá ein fer uppí politikk og er í politikki, er sjálvsagt at gera sær greitt, at meiningar, metingar og viðgerðir av politikaranum bæði kunnu vera lívsjáttandi og til aðrar tíðir eirindaleysar. ??? Hetta er ein náttúrulóg.
At politiska andsøðan er livandi, atfinningarsom og ónøgd er vanligt og onki nýtt, stundum tí hetta eigur at vera so og til aðrar tíðir, tí orsøkir eru til at finnast at, sum kanska eisini ger stjórnarflokkarnar meiri vaktar.
Tó, sjálvur haldi eg, hóast eg ikki eri sambandsmaður, at okkara løgmaður, Kaj Leo Johannesen, í mongum orrustum hevur verið hendinga ljótt og óvirðiliga persónliga niðurgjørdur, men tó verið afturvendandi hampiligur.
Eru fjølmiðlar politiskir
Møguliga er ikki lætt at staðfesta, hvussu føroysk fjølmiðlafólk politiskt eru samasett, tí hóast kanningar verða gjørdar um øll viðurskifti ???frá skriðdjórum til dinosaurar, frá børnum til elligomul, frá politiskum gjøgnumskygni til lokað mál???, so er ongin kanning framd av føroyskum fjølmiðlafólkum, hvar tey standa politiskt, hóast sagt verður av og á, at Norðlýsið er sambandsblað og journalistar annars eru vinstravendir.
Fari aftur at vísa til kanning, sum varð gjørd millum fjølmiðlafólk í Norðanlondum í 2013. Føroyar undantiknar.
Kanningin ??? í stuttum vísti - at í Danmark valdu 80% av journalistunum mið- og vinstravongin, í Noregi 60% og Svøríki høvdu 77% stuðlað Reyð-grønu flokkunum.
Tað skal undra meg, um føroysk fjølmiðlafólk eru nakað undantak, hóast ongin kanning er gjørd. Taka vit so ein tvørskurð av Noregi, Danmark og Svøríki, kundi týtt uppá, at føroysku fjølmiðlafólkini helst høvdu ligið omanfyri 70%, sum atkvøða fyri vinstravonginum. Ongin er objektivur. Hetta er git og verður git inntil kanningin er gjørd, men haldi ikki gitið liggur langt av leið.
Tí halda fleiri útlendskir journalistar: ???Ger tað nakað, um fólkið veit, hvar vit standa politiskt???? Tí altíð er ???betur at vita enn gita???.
Løgmaður ??? eitt eydnuberandi nýggjár
At okkara løgmaður hevur verið so út av lagi persónliga niðurgjørdur á sosialu miðlunum, hevur møguliga viðhald í viðferðini, hann hevur fingið av andstøðuni, lutvíst av sínum egnu og ikki minst av fjølmiðlum, sum hava dugað ikki at spyrja andstøðuna røttu spurningarnar.
At okkara løgmaður hevur onkrar veikleikar, sum allir aðrir føroyingar, er sum tað er, men at fara við okkara ovasta leiðara soleiðis sum mangan er sæð, er undir lágmarki í einum siviliseraðum demokratiskum landi.
Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja okkara løgmanni, Kaj Leo Johannesen og samgongustevinum eitt eydnuberandi nýggjár og takki fyri, hvussu hampuliga løgmaður vanliga vendur aftur til mótstøðufólk úr fjølmiðlaheiminum, andstøðuni og ikki minst úr egnum flokki.
Stórt sæð er føroyska samfelagið komið væl longur fram á leið seinastu árini og sigast má, at løgmaður hevur verið ein savnandi persónur hesar tvær seturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald