Politikkur

Jógvan í Skorini vil gera Tjóðveldisflokkin breiðari

...

2015-04-30 15:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Góður gamal tjóðveldispolitikkur er hetta: Eg vil klára meg sjálvan, eg vil gjalda prísin, eg vil, at føroysk vinna sjálv skal breyðføða tjóðina, eg vil gjarna hjálpa sjúkum og veikum ??? tað vil siga føra føroyskan (og ikki danskan) sosialpolitikk. Gamal tjóðveldispolitikkur merkir í mínari verð frælsi í víðastu merking, eitt eydnuríkt einstaklingalív í egnum føðilandi við áliti á tey evni, sum skaparin gav okkum, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sum bjóðar seg fram sum valevni fyri Tjóðveldi.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, hevur gjørt av at bjóða seg fram at stilla upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval.

- Mítt aðalmál er, at flokkurin aftur verður ein fevnandi og breiður flokkur. Vit skulu geva rúm fyri ymiskleikanum, ikki vera ov kategorisk og eisini fevna um tjóðveldisfólk, sum vilja góðan gamlan tjóðveldispolitikk, sigur hann.

Borgarstjórin á Eiði sigur seg eisini stilla upp, tí hann heldur seg kunna geva flokkinum nakað kring alt landið. Hann ynskir at umboða tjóðveldisveljarin kring landið, sum kanska hevur havt eina ov veika rødd seinastu árini.

- Ymiskleiki er og hevur søguliga sæð verið styrkin í Tjóðveldi. Vit mugu fara frá at syngja unison, og heldur syngja fleirraddað, skulu vit hoyrast. Tað er neyðugt við fleiri orginalum. Tey vóru ikki altíð samd; Heini í Kunoy, Karin Kjølbro, Signar á Brúnni, Jóngerð Purkhús, Petur Reinert, Finnbogi og Karstin ??? men tey hoyrdust og umboðaðu breiddina í Føroya fólki. Tey fevndu breitt, góvu flokkinum lív ??? eisini uttan fyri Havnina, sigur Jógvan í Skorini.

- Eg eri partvís uppvaksin á Skálafjørðinum, eri hálvur klaksvíkingur, hálvur havnarmaður og eri í dag borgarstjóri á Eiði. ??ll vit, ið búgva norðan fyri Hórisgøtu vita, at tað er ein kolossalur munur á mentalitetinum í Havn og mentalitetinum norðanfyri. Eg eri ikki ímóti býarmentanini, men tað skal vera pláss fyri báðum í einum vælferðarsamfelagið sum okkara, sigur hann.

- Várharra nýtti fýra evangelistar og ???tolv var apostlene???. Tað snýr seg um, at so nógv sum gjørligt útleggja tjóðveldishugsjónina, og tað finst meir enn ein útlegging. Tað er neyðugt við breiðari hugsavnan um loysing, vinnupolitikk og sosialan politikk, metir Jógvan í Skorini.

Hann heldur tað vera avgerandi, at fólk bæði á bygd og í Havn velja Tjóðveldi, tí flokkurin er tann einasti, sum veit av, at føroyngar eru mentir at ráða í egnum landi og at taka loysingina, tá tann tíðin kemur.

- Skulu vit hava nakra vón um einar frælsar Føroyar, um at byggja okkara egna samfelag upp undir okkara egnu fortreytum, so má Tjóðveldi vera flokkurin hjá øllum loysingarfólkum, sigur Jógvan í Skorini, sum nú bjóðar seg fram at umboða Tjóðveldi á Løgtingi.

- Bara við einum sterkum Tjóðveldisflokki vita vit, at politikkur aftur fer at snúgva seg um at byggja land, og ikki bert fokusera frá degi til dags, sigur Jógvan í Skorini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder