Sum helst so mong onnur havi eg hildið tað ljóðað ógvuliga løgið, at Føroyar javnan skulu ganga til ???próvtøku??? hjá ST í sambandi við javnstøðu ??? og eg havi eisini havt mistanka um, at hetta er ikki av tí góða.
Og nú, ein frágreiðing aftur er komin, havi eg hug at spyrja, um endamálið á ein ella annan hátt er at undirgrava tað føroyska fólkaræðið?
Nú havi eg ikki lisið alla frágreiðingina, men bara við at lesa fráboðanina, sum lá á onkrum portali í morgun, sæst, at hendan ST-nevndin ikki so frægt sum veit av, at Føroyar hava egnan lóggávumyndugleika ??? at hon ikki veit av, at í Føroyum verður eingin lóg sett í gildi, uttan at okkara egna lóggávuting, Føroya Løgting, hevur samtykt hana!
Hetta vísir bara, hvussu langt við síðuna av henda sokallaða ???próvtøkan??? má vera!
Nevndin skjýtur nevniliga upp, at Danmark (?!) skal umhugsa at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávu í Føroyum, tí fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sum í Danmark og Grønlandi.
Hetta er stór skomm og óhugnaligt! Ein nevnd undir sjálvum Sameindu Tjóðum mælir til, at eitt lóggávuting í einum øðrum landi skal lóggeva í Føroyum! Hvat er hetta fyri nakað?
Og so at mæla til, at vit fáa somu lóggávu sum í Grønlandi og Danmark!
Í Grønlandi er støðan so syndarlig á hesum økinum, at har eru líka nógvar fosturtøkur sum nýføðingar. Og í Danmark er tað so galið, at umframt øll tey 15000 fostrini, sum árliga verða týnd í móðurlívi, eru tey nú farin so langt sum at velja tey allar veikastu frá, fostur við down-syndromi verða næstan øll dripin ??? ein óreinskapur uttan líka!!
Er tað hetta, tey vilja hava Danmark at fáa okkum at gjøgnumføra í Føroyum? Eg haldi, at onkur má koma við einari frágreiðing og einari umbering!
Í ST-frágreiðingini síggi eg eisini, at hetta ógreiða og óunniliga hugtakið ???gender mainstreaming??? verður nýtt, og at nevndin mælir til at geva lgbt-arum full rættindi, og hon mælir eisini til, at vit royna at broyta siðbundnar fatanir (?!) av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum. ??? Hetta ljóðar ófrættakent!
Og haraftrat koma tey við einari ódemokratiskari áheitan á okkum um at umhugsa at fáa eina kvotuskipan í lag fyri at fleiri kvinnur upp í politikk!
Eg má spyrja: Hvør situr í hesi nevndini í ST? Eru tilmælini nakað, sum tey sjálv finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar úr Føroyum? ??? Vóni ikki, at tað er so galið, at tá ið mann sær, at tað ikki ber til at fáa sínar hugsjónir ígjøgnum í løgtinginum, ja, so fer mann til ST at forklaga!
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald