Politikkur

Jógvan: Hvar eru vit á veg?

...

2015-06-11 03:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg veit, at tað eru mong í okkara kæra landi, ið eins og eg sjálvur pínast inn at sálini av tí ágangi, sum áhaldandi er á grundsúlurnar í samfelag okkara, ið byggja á okkara kristna arv. Tú kennir teg máttleysan og undrast á, hvat tað er, sum hendir. Hvussu ber tað til, at alt kann skeiklast so skjótt?

Og eg hugsi um okkara foreldur og ommur og abbar! ??? ???Alt, hvad fædrene har kæmpet, mødrene har grædt???, skrivar Bjørnstjerne Bjørnson í tí norska tjóðsanginum, ??? og mær tykir í dag, at nógv av tí, sum forfedrar okkara settu sína æru í og høvdu sum sína styrki, sín tryggleika og virðisgrundarlag, verður vanvirt.

Og í gjár var tað, sum um tað fleyt yvir! Grundin til, at eg setti meg at skriva, var ein maður, ið ringdi til mín. Ein av teimum stillu í landinum, sum saman við konu síni hevur roynt at lagt niður í síni børn, hvat er rætt, og hvat er skeivt ??? júst tað, sum tey sjálv lærdu, og sum kristindómurin í øldir hevur lært okkara fólk ??? hetta, sum eisini hevur gjørt, at føroyingar hava kent til sømiligheit og moralska ábyrgd.

Og hann øtaðist yvir Kringvarp Føroya, sum í gjáramorgunin gav tveimum sokallaðum gudloysingum mikrofonina og í gjárkvøldið í Degi og Viku fullkomiliga malplaserað borðreiddi við einum sjúkligum innslagi um djórasex. Og hetta kom aftan á innsløgini í útvarpinum dagin fyri um ???Drag-showið??? í Norðurlandahúsinum.

Og eg mátti taka undir við honum. Hvar eru vit á veg? Eru yvirhøvur eingi mørk fyri, hvat okkara sokallaðu mentanarstovnar loyva sær? Kringvarp Føroya, sum vit øll gjalda, og sum sambært lóg eigur at leggja dent á at varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga, kennir als eingi mørk ??? og vit uppliva tað ferð eftir ferð!

Vit síggja, hvussu selektivt kringvarpið er ??? t.d., hvussu nógv pláss Lgbt og formaðurin har fáa ??? meðan onnur, sum royna at tala at, verða láturliggjørd og ignorerað!

Og so er tað Norðurlandahúsið, sum nú beint upp undir ólavsøkuna, okkara kristnu tjóðarhátíð, skal hava eitt heilt vikuskifti við einum sonevndum ???dragshowi???, har homo-felagið eisini hevur høvuðsleiklutin. Hvat er hetta fyri nakað? Er ikki skomm skapt í fólki at draga slíka ómentan inn í Norðurlandahúsið?

??? Eg stúri fyri tí ávirkan, hetta hevur á tað yngra ættarliðið, og eg má siga í samband við meg sjálvan og politikk, at spurningar um vinstra og høgra og sjálvstýri og samband fána, tá ið eg hugsi um slíkt sum hetta, ið er við til at rota samfelagið innanífrá.

Hetta hevur kanska ikki so nógv við fólkatingvalið at gera, men eitt orðatak sigur, at ???tann, ið tegir, samtykkir???, og tí vil eg við hesum umboða øll tey mongu stillu og tigandi í landinum, sum sálast av tí ósømiligheit og tí ósiði, sum fær innivist í kringvarpinum og nú eisini í Norðurlandahúsinum, og siga, at eg mótmæli! Vit gjalda til hesar stovnar, og vit krevja, at teir vísa moralska ábyrgd og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga!

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder