Ítróttur

Jógvan Højgaard vann 4. umfar av vetrakappingini

...

2016-12-06 10:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 3. desembur skipaði TSF fyri 4. og næstseinasta umfar av Vetrakappingini 2016. Fimm kappingar eru, og í hesari kappingini er bara talan um einkultstartskappingar.

Kappingin er ein liður í fyrireikunum til Oyggjaleikir, ið verða á Gotlandi komandi summar.

Jógvan Højgaard vann sannførandi, og hetta er annar sigur hjá Jógvan av fýra kappingum. Jógvan brúkti 49 minuttir og 48 sekund um teir 29 kilometrarnar, og hevur við sigrinum í gjár vunnið tvær kappingar. Gunnar Dahl-Olsen hevur somuleiðis vunnið tvær kappingar.

Í samlaðu støðuni er tað bara eitt stig sum skilur Jógvan og Gunnar. Jógvan Hevur 20 stig og Gunnar 19. Vegna krím luttók Gunnar ikki í gjár, og tí verður samlaði vinnarin ikki funnin fyrr enn tann 17. desembur, tá kappast verður í seinasta umfari. Vinnarin fær 7 stig og nummar tvey fær 5 stig.

Hilmar Hansen var væl koyrandi í gjár, og tað bleiv tí til eitt annaðpláss til hann. Á triðjaplássi kom Jan Hjaltalin Olsen. Bert 21 sekund var millum teir báðar. Meðan Hilmar brúkti 51 minuttir og 52 sekund um teinin, so brúkti Jan 52 minuttir og 13 sekund um teinin.

Rúni Juul, ið hevur koyrt á Rynkeby liðnum í ár, var við leygardagin, og hann sigraði í motiónsbólkinum. Men 1. plássið bleiv deilt, tí við akkurát somu tíð gjøgnumførdi Sámal Petur Danielsen teir 29 kilometrarnar. Sámal Petur er eisini við á Team Rynkeby.

Evald Rasmussen brúkti 58 minuttir og 13 sekund um teinin, og tað bleiv tí til eitt tríðjapláss til hann.

Teinurin var úr Havn til Kaldbak og aftur til Havnar. Startur og mál var við Plantusøluna við Hvítanesvegin og vent var í brekkuni, nakað áðrenn inni á Fløtum í Kaldbak.

Hetta var sum sagt fjórða av fimm umførum, og tað sum hevur eyðmerkt kappingarnar er, at veðrið til allar kappingarnar hevur verið rættiliga gott, um hugsað verður um árstíðina.

Evald Rasmussen liggur fremst í motiónsbólkinum, og Tóri Thorleifsson í unglingabólkinum.

Seinasta umfar verður koyrt tann 17. desembur, og tá verða samlaðu vinnararnir funnir.

Tá verður koyrt inni á Kaldbaksbotni, og tá skulu súkklararnir koyra trý umfør á 8 km, tvs. 24 km einkultstart. Ein fløt ruta, sum passar væl til Jógvan Højgaard. Hvør vinnarin verður, verður torfort at gita, tí tað kann væl hugsast, at bæði Torkil Veyhe og Dávur Magnussen verða við tá. Livst so spyrst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder