Føroyingar hava sera stóran tørv á at samstarva við umheimin og at hava góð viðurskifti úteftir, og eg havi sæð tað so væl øll tey árini, eg havi verið í politikki, hvussu umráðandi tað er, at vit eiga fólk á øllum uttanríkispolitiskum økjum, sum duga at upplýsa og kunna um føroysk viðurskifti og megna at skapa forstáilsi fyri trupulleikum og spurningum, sum hava við Føroyar at gera.
Til hetta kunnu fólkatingssessirnir eisini nýtast ??? og her hava vit brúk fyri fólki, sum við skynsemi og fastleika tora og megna at lýsa føroysk viðurskifti og virka fyri praktiskum loysnum ??? ikki minst í samband við arbeiði okkara fyri størri uttanríkispolitiskum heimildum og krøv okkara um rættin til ríkidømið í havinum.
Fólkaflokkurin eigur fólk við hesum eginleikum ??? og um allir fólkafloksveljarar fara á val 18. juni, ja, so fáa vit annan sessin!
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald