Politikkur

Jógvan: Eg haldi fram sum borgarstjóri

...

2015-09-15 02:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvandi harmist eg um, at eg ikki sleppi at røkja bæði borgarstjórastavið og løgtingsstarvið komandi tíðina. Hetta var tað, ið eg hevði sett mær fyri, og sum eg vildi halga meg fult og heilt til.


Tó virði eg avgerðina hjá meirilutanum í býráðnum, hóast eg ikki eri samdur við niðurstøðu teirra. Tað hevði verið gott fyri hendan partin av landinum, og hevði somuleiðis verið í tráð við vilja veljarans. Eg havi frá byrjan gjørt alment greitt, hvør mín støða er í hesum máli.

Eg eri sannførdur um, at eg sum løgtingslimur hevði eitt gylt høvi at umboða økið her norðuri væl, viðvirka til menning og bygt brýr millum kommunupolitikk og landspolitikk, ið eg meti eigur at knýtast tættari hvørjum øðrum.

Eg gleði meg til framtíðina, tí tað er ein spennandi tíð fyri framman í Klaksvík, og eg gleði meg til framhaldandi at ganga á odda fyri arbeiðnum í Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Skorheim
borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder