Nú í vár eru tíggju ár farin, síðan ??tvarp og Sjónvarp vórðu løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, og vit fingu eina nýggja kringvarpslóg. Tá ið lógin varð gjørd, varð stórur dentur lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir, og táverandi Mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett inn í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir.
Endamálið við hesum var at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysk samfelagsviðurskifti verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt.
Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hin vegin. Longu í oktober 2008 var ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" varð broytt til "tvær tíðindaredaktiónir".
Sagt varð tá, at ætlanin var kortini at tryggja, at tíðindaredaktiónirnar skuldu virka óheftar av hvørji aðrari. Men hetta hevur tíverri ikki riggað væl.
Her er brúk fyri broytingum soleiðis, at Kringvarp Føroya fer at liva upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur
til
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum
Viðvíkjandi kringvarpslógini
Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða kringvarpslógina? Her verður serliga hugsað um at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum við tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildum
Viðmerkingar
Nú í vár eru tíggju ár farin, síðan ??tvarp og Sjónvarp vórðu løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, og vit fingu eina nýggja kringvarpslóg. Tá ið lógin varð gjørd, varð stórur dentur lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir, og táverandi Mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett inn í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir.
Endamálið við hesum var at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysk samfelagsviðurskifti verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt.
Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hin vegin. Longu í oktober 2008 var ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" varð broytt til "tvær tíðindaredaktiónir".
Sagt varð tá, at ætlanin var kortini at tryggja, at tíðindaredaktiónirnar skuldu virka óheftar av hvørji aðrari. Men hetta hevur tíverri ikki riggað væl.
Her er brúk fyri broytingum soleiðis, at Kringvarp Føroya fer at liva upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.
Á Løgtingi, 9. februar 2016
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald