Politikkur

Jógvan á Lakjuni spyr løgmann um hjúnarbandslógina

...

2016-01-30 17:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Verða hesi lógaruppskotini um hjúnabandslógina samtykt, fara tvær lógir, sum báðar eru galdandi í Føroyum, at vera í stríð við hvørja aðra, og løgtingið fer við vilja at samtykkja eina lógarkonflikt.??? Hetta man vera eindømi í søguni á okkara leiðum, sigur Jógvan á Lakjuni, sum hevur sett Akseli V. Johannesen fyrispurning um hjúnarbandslógina.

Nr. 23/2015

Jógvan á Lakjuni

løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um broytingar í hjúnabandslógini, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Um lógaruppskotini um broytingar í hjúnabandslógini, sum í løtuni eru til viðgerðar í Løgtinginum, verða samtykt:

1) Heldur løgmaður so, at tað er góður lóggávusiður, at Løgtingið samtykkir eina løgtingslóg, sum er í ósamsvari við aðra galdandi lóggávu í Føroyum?

2) Kann løgmaður veita trygd fyri ??? hóast kirkjulógin verður broytt ??? at eitt borgarliga vígt par av sama kyni ikki við tilvísing til hjúnabandslógina hevur rættarkrav upp á kirkjuligt vælsignilsi?

Viðmerkingar:

Í løtuni verða lógaruppskot um broytingar í hjúnabandslógini viðgjørd í tinginum. Í galdandi hjúnabandslóg §14, stk. 2 er ásett, at ???ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken???. T.v.s., at tey, sum eru borgarliga vígd, hava krav upp á vælsignilsi í kirkjuni. ??? Um hjúnabandslógin verður broytt til eisini at umfata tveir persónar av sama kyni, so fara sambært hjúnabandslógini eisini borgarliga gift pør av sama kyni at hava rættarkrav upp á vælsignilsi frá kirkjuni.

Fyri at hetta ikki skal bera til, hava uppskotssetararnir skotið upp at broyta løgtingslóg nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni soleiðis, at í § 14, stk. 1 verður sett aftrat: ???Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni.???

Her sær út til, um hetta verður samtykt, at tvær lógir, sum báðar eru galdandi í Føroyum, verða í ósamsvari við hvørja aðra, og at Løgtingið tilvitað samtykkir eina lógarkonflikt.

Á Løgtingi, 29. januar 2016

Jógvan á Lakjuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder