Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um at lóggeva á tí kirkjuliga økinum
Hvussu ber tað til, at landsstýriskvinnan í kirkjumálum brýtur alla siðvenju og beint ímóti teimum avtalum, ið vórðu gjørdar, tá ið kirkjan varð yvirtikin, nú ætlar at lóggeva inni á tí kirkjuliga økinum, sjálvt um einki ynski um hetta er komið frá kirkjuni, og sjálvt um Føroya Stitsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya beinleiðis siga, at tey ikki kunnu viðmæla uppskotinum (Løgtingsmál 102/2016)?
Viðmerkingar:
Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Rigmor Dam, hevur lagt fyri tingið løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag).
Líka síðan tann danska grundlógin varð sett í gildi í 1849, hevur verið siðvenja, tá ið tað kemur til kirkjuliga lóggávu, at skiftandi kirkjuministarar og ??? síðan kirkjan varð yvirtikin í 2007 ??? eisini landsstýrismenn í kirkjumálum hava víst stóra virðing og varisligt skynsemi og ikki hava funnið uppá at lóggeva á tí kirkjuliga økinum, uttan so at ynski er komið frá kirkjuni sjálvari, og eitt stórt forarbeiði er útint og álit skrivað frá nevndum, arbeiðsbólkum ella kommisiónum, har biskupar, próstar og aðrir teologar og løgfrøðingar hava luttikið.
Tað var eisini avtalan, tá ið arbeitt varð við at yvirtaka kirkjuna. Málið var, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast, so hon kundi halda fram í verandi bygnaði. Hetta var ógvuliga stórur dentur lagdur á.
Tí er tað skakandi at síggja, at sjálvur ???kirkjuministarin??? í Føroyum, landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Rigmor Dam, nú bara 10 ár eftir yvirtøkuna, skal bróta hesa siðvenju og enntá ganga ímóti einum tilmæli frá øllum tí kirkjuliga ???landslagnum??? og mæla til at lóggeva so nær at kirkjuni, ja, inn í kirkjuna, uttan at kirkjan hevur havt nakað ynski um tað og enn minni hevur verið við í nøkrum forarbeiði.
Føroya Stiftstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya siga í felags hoyringarskrivi: ???Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin upp í politiskar avgerðir, ið ikki viðvíkja kirkjuligum viðurskiftum. ??? Broytingar í innaru viðurskiftum fólkakirkjunnar skulu fara fram eftir ynski fólkakirkjunnar. ??? Vísandi til omanfyri standandi kunnu vit av prinsipiellum orsøkum ikki viðmæla fyriliggjandi broytingaruppskoti.???
Verður henda siðvenjan brotin, er vandi á ferð. Tí har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.
Á Løgtingi, 21. mars 2017
Jógvan á Lakjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald